David Cameron: Tað vendist ikki aftur

2016-06-21 16:03 Author image
Dimma

"Should the United Kingdom remain a member of the European Union or leave the European Union?"

- Skal Stóra Bretland verða limir í Evropasamveldinum ella fara úr Evropasamveldinum. Soleiðis ljóðar spurningurin, sum bretar skulu svara á fólkaatkvøðu um tveir dagar.

Seinastu meiningakanningarnar hava verið ógvuliga javnar, men tær hava givið teimum, ið vilja úr ES, ein lítlan fyrimun. Hetta hevur skapt ørkymlan og órógv hjá teimum, ið óttast fyri framtíðini – bæði hjá Bretlandi og ES.

Í dag, bara tveir dagar fyri fólkaatkvøðuna, fór bretski forsetismálaráharrin David Cameron so útum hurðina í Downing Street nummar 10, har hann inniliga heitti á bretska fólkið um ikki at kvetta hondina av Evropa, tí at tað vendist ikki aftur, um úrslitið peikar á “Leave”.

- Eg veit, at Evropa er ikki fullkomið, segði hann og legði afturat, at hann skilti vónbrotið og hevði kent tað sjálvur. Men hann eggjaði serliga eldru veljarunum at hugsa um “the hopes and dreams of your children and grandchildren”, skriva bretskir miðlar.

- Minst til, at tey kunnu ikki broyt ta avgerð, sum vit taka. Um vit atkvøða Bretland úr ES, er tað avgjørt. Tað vendist ikki aftur. Vit fara úr Evropa fyri altíð, og næsta ættarlið má liva við avleiðingunum nógv longri enn restina av okkum, segði David Cameron, forsætismálaráðharri, sum bað veljararnar um at minnast til, hvussu langt Ongland er komið sum land.

Hann bað inniliga veljaran um - fyri tann einstaka, fyri familuna og fyri framtíðina – at velja “remain”. Bretland er tryggari í ES, og saman við sameindum sum Týsklandi og Fraklandi er Bretland betri fyri at vinna á hóttanum, segði bretski forsætismálaráðharrin, sum eisini vísti á, at bretski búskapurin er sterkari saman við ES.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður