Heimatíðindi

Datt oman og  doyði

Tað var á leið her, sum reyði ringurin er, at vanlukkan hendi (Mynd: Pól Sundskarð)

Tað var á leið her, sum reyði ringurin er, at vanlukkan hendi (Mynd: Pól Sundskarð)

2020-07-11 14:48 Author image
Sveinur Tróndarson

Tað var beint eftir klokkan hálvgum tíggju í morgun, at løgreglan fekk boðini um, at ein maður var dottin oman, tá tjørnuvíkingar vóru á fjalli.

- Vit sendu tyrluna eftir manninum, sum var fyrst í 60-unum, men hann var deyður av løstunum, sum hann hevði fingið, sigur Hildur Rasmussen, vaktleiðari á løgreglustøðini í Havn.

Enn hevur hon ikki fult yvirlit yvir støðuna, tí løgreglufólkini, sum hava verið í Tjørnuvík og gjørt kanningar, eru júst komin aftur á støðina í Havn.

- Men vanlukkan hendi Úti í Rókum, eystan fyri Stakkin, og maðurin hevur fingið so stóran skaða av fallinum, at hann doyði av løstunum, sigur hon og leggur afturat, at familjan hevur fingið boð, og at tey, eins og fjallfólkið hevur fingið boðið kreppuhjálp.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður