Danski statskassin snýttur fyri 12,3 milliardir krónur

2016-08-24 08:00 Author image
Jógvan Samuelsen

12,3 milliardir krónur.

So nógv heldur danska skattavaldið at málið um svik við vinningsbýtisskatti nú snýr seg um.

Ein gjøgnumgongd av málunum hevur havt við sær, at danska skattavaldið hevur broytt metingin av, hvussu nógvar pengar málið snýr seg um í alt. Gamla metingin er hækkað við 3,2 milliardum krónum; upp í 12,3 milliardir krónur.

Málið snýr seg um, at útlendskar fyritøkur av órøttum hava fingið endurgoldið vinningsbýtisskatt. Hetta er gjørt á tann hátt, at tær hava søkt um endurgjald fyri partabrøv, sum fyritøkurnar ikki hava átt og við at falsa skjøl og prógv.

Tað skrivar danska heimasíðan finans.dk.

- Tað er syrgiligt, at danski statskassin - og við tí øll tey, sum av sínum eintingum gjalda skatt - eru snýtt fyri eina so risastóra upphædd. Vit hava alla tíðina vitað, at samlaða upphæddin kundi hækka, og tað er tíverri tað sum nú verður váttað. Tað einasta, sum eg fegnist um í hesum sambandi er, at vit við hesum seta eitt punktum fyri hesum málinum, sigur Karsten Lauritzen, skattamálaráðharri í tíðindaskrivi.

Sambært finans.dk hava donsku myndugleikarnir fryst 2,1 milliardir krónur, sum standa í bankum uttanlands við teirri grundgeving, at talan skal vera um óreiðliga vunnan pening.

Svikið við vinningsbýtisskatti hevur gingið fyri seg í, og ein høvuðsorsøk er eftir øllum at døma, at danska skattavaldið ikki hevur havt eftirlit við umbønum um endurgjald av vinningsbýtisskatti. Tí hava tey, sum hava svikað, bara søkt um endurgjald - og stutt eftir er peningurin bara fluttur.

Tá svikið kom undan kavið, er Skat farið undir eina størri kanning, og samstundis er Bakmanspolitiið farið inn í málið.

- Løgreglan heuvr gjørt eitt stórt arbeiði, og so kunnu vit bara vóna, at teirra arbeiðið gevur úrslit. Tað hevur sjálvandi stóran týdning, at tey sum eru sek í hesum málinum koma fyri rættin, sigur danski skattamálaráðharrin.

Sambært donskum miðlum hevur Bakmanspolitiið skuldsett eitt starvsfólk í Skat fyri at hava samstarva við feløg og privatpersónar uttanlands. Hesi tíðindini eru ikki váttað.
   
   

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður