Uttanlands

Danski hjálparpakkin: Endurgjald fyri fastar útreiðslur

2020-04-03 08:15 Author image
Johnny í Grótinum

Í danska hjálparpakkanum til vinnufyritøkurnar, ið eru raktar av koronaátøkunum, er eisini latið upp fyri, at fyritøkurnar kunnu søkja um endurgjald fyri fastar útreiðslur, um inntøkurnar eru minkaðar ógvusliga. Hetta er ikki ein møguleiki í verandi hjálparpakka í Føroyum. Í donsku skipanini kunnu eitt nú gistingarhús, matstovur og flutningsfeløg fáa endurgoldið útreiðslur til húsaleigu og aðrar fastar útreiðslur, um tey hava mist í minsta lagi 40% av umsetninginum. Endurgjaldið er millum 25-80%, alt eftir hvussu stórur inntøkumissurin er. Fyritøkur hvørs virksemi er rakt av álagdari afturlating, fáa endurgjald fyri 100 prosent av útreiðslunum í tíðarskeiðnum.

Endurgjald verður veitt eftir hesum trappustiganum:

  • 80 prosent, um umsetningurin er minkaður millum 80-100 prosent
  • 50 prosent, um umsetningurin er minkaður millum 60-80 prosent
  • 25 prosent, um umsetningurin er minkaður millum 40-60 prosent

Ítøkiligar útreiðslur, sum tað verður veitt endurgjald fyri:

  • Húsaleiga
  • Leigu- og leasingútreiðslur
  • Avskrivingar upp á materiellar og immateriellar støðisognir
  • Neyðugt viðlíkahald av materiellum støðisognum
  • Útreiðslur til el og hita
  • Loyvisgjøld fyri nýtlu av software
  • Hald
  • Rentuútreiðslur og tænastugjøld, íroknað umsitingargjøld fyri realkredittlán

Ítøkiligar útreiðslur, sum ikki geva rætt til endurgjald:

  • Vørunýtsla
  • Løn (fevnt av øðrum skipanum)
  • Sølu- og marknaðarføring
  • Fraktútreiðslur
  • Niðurskrivingar upp á støðisognir
  • Niðurskrivingar upp á goymslur
  • Útsettar skyldur
  • Virðisbroytingar á fíggjarligum ognum
  • Útreiðslur til at fáa til vega nýggjan partapening
  • Inntøkuskattir
placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður