Heimatíðindi

Danska SKAT loypir ótta á føroysk lesandi

Danska SKAT loypir ótta á føroysk lesandi
2018-06-30 12:41 Author image
Georg L. Petersen

Fyri tveimum vikum síðan fingu hópin av lesandi og øðrum føroyingum í Danmark bræv frá danska SKAT, sum er farið undir at kanna skattaupplýsingarnar hjá føroyingum – serliga nógv lesandi gjørdust heilt heit um oyruni

– Føroyskir og danskir myndugleikar lata hvørjum øðrum upplýsingar, og nú hevur SKAT so valt at kanna føroyingarnar í Danmark nærri. Hetta er eitt átak, vit ikki hava nakra ávirkan á, men vit fara nú at kunna um hetta, sigur Poula á Líðarenda, deildarleiðari á Taks.

Tað var fyri umleið tveimum vikum síðan, at nógvir føroyingar, sum búgva í Danmark, fingu bræv frá donsku skattamyndugleikunum. Talan var um eitt drúgt bræv í talgilda postkassanum, har SKAT kunnaði fólk um tær upplýsingar SKAT hevði fingið, bað fólk kanna um hesar vóru rættar, og so eisini geva hesar upp á ”selvangivelsen”, um tær ikki vóru givnar upp frammanundan.

Tað merkir millum annað, at tað, sum føroyingar, búsitandi í Danmark, hava tjent í Føroyum, kanska skattafrítt, skal leggjast omaná inntøkuna í Danmark - og tað kann ávirka skattagrundarlagið.

Lesið meira HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður