Heimatíðindi

- Yvir, yvir, yvir gott

- DansiEksperimentið er ikki bara fyri dansarar, sigur Johan Hofgaard (Mynd: Hergeir Staksberg)

- DansiEksperimentið er ikki bara fyri dansarar, sigur Johan Hofgaard (Mynd: Hergeir Staksberg)

2019-07-26 16:27 Author image
Hergeir Staksberg

Í gjár megnaði DansiEksperimentið at opna dyrnar til eitt paralell univers. Knappliga bleiv Norðurlandahúsið fullkomuliga fremmant, og í knappar tveir tímar blivu vit bumbarderaði við ljósi, ljóði og rørslum, sum vit ongantíð fyrr hava upplivað í Føroyum. 

Hatta eru míni orð, men um tú skrollar niður, so fara Bjørt Lind og Johan Hofgaard at greiða frá teirra uppliving av DansiEksperimentinum 2019.

[object Object]( - Mær dámdi tað ótrúliga væl. Betri enn í fjør, sigur Bjørt Lind. Mynd: Hergeir Staksberg)


Bjørt Lind: - Eg sakni altíð Búa Rouch

- Mær dámdi tað ótrúliga væl. Støðið er hækkað, og tað var betri enn í fjør, sigur Bjørt.

- Tað er eisini feitt, at tey hava fingið so nógvar útlendskar gestadansarar. Feitt at síggja dansarar aðrastaðni frá, og hvat teir høvdu at bjóða uppá, men teir meira royndu føroysku dansararnir vóru eisini ótrúliga dugnaligir. Mann kendi eisini fleiri av teimum aftur frá seinasta ár.

[object Object](Mynd: Súsanna Smith Johansen)

Hvat helt tú um teir minni rutineraðu dansararnir í ár?

- Amatørbólkurin var betri fyri í ár. Kanska koreografiin rakti betri teirra støði í ár, tí síðsta ár helt eg, at munurin millum amatørarnir, tey rutineraðu og tey professionellu var rættiliga stórur. Har er framvegis ein munur, og tað skal tað vera, men tað riggaði bara betri í ár, sigur Bjørt.

Um tú skalt velja nakrar framførslur burturúr, hvørjar hevði tú so valt?

- Tann fyrsti dansurin var uttan iva tann besti og flottasti. Videoinnslagið hjá Rammatikk var eisini ræðuliga feitt, og so var tað eisini nummar trý, har mann ikki fekk eyguni av høvuðsdansarunum, sigur Bjørt

[object Object](Mynd: Súsanna Smith Johansen)

Hvat helt tú um, at framførslurnar peikaðu í so nógvar ymiskar rætningar? Har var alt frá hip hop og tí abstrakta til ein mann sum gekk í høghalaðum skóm.

- Tað riggaði væl, tí mann veit, hvat mann kemur til. Hevði mann ikki vitað, at mann skuldi síggja fleiri ymiskar dansir, so hevði tað verið merkiligt við so stórari variatión, sigur Bjørt.

- Kanska temaið var tøkni, at heimurin er í upploysn og nokkso dómdagskent. Nógv var øgiliga dapurt og myrkt, men so komu nakrir dansir hjá Dianu Jógvansdóttir, sum altíð eru meir upbeat og stuttligir. Og tað riggaði faktiskt rættiliga væl, at mann kryddaði showið við teimum innsløgunum.

[object Object](Mynd: Súsanna Smith Johansen)

Var tað nakað, sum kanska kundi verið øðrvísi?

- Ja, tey modernaðu stykkini høvdu hug at líkjast for nógv. Tað var tað sama dapra huglagið, og sjálvt tann eina hip hop framførslan var døpur. 

- Hevði tað dapra verið eitt gjøgnumgangandi tema, so hevði tað riggað væl, tí so hevði mann vitað, at tey arbeiddi við einum tema, sigur Bjørt.

Var tað nakað, tú saknaði í ár?

- Eg veit ikki, um vit eiga nakrar aðrar dansarar úti í verðini, sum ikki vóru við, men eg sakni altíð Búa Rouch, tá hann ikki er við. Men sum heild var tað eitt ræðuliga feitt og væl samanskrúvað show, sigur Bjørt at enda.



[object Object]


Johan Hofgaard: - Tað var nógv feitari í ár

Nú luttók tú sjálvur seinasta ár, men í ár ert tú áskoðari. Hvussu upplivdi tú DansiEksperimentið 2019?

- Tað var eitt yvirfeitt show og stórt rós til tær tríggjar Andreu, Dianu og Rúnu. Bara tað, at tær fáa alt upp at standa og hava fingið tað hartil, tað er nú. Tað er yvir, yvir, yvirfeitt, sigur Johan

- Tað var nógv feitari í ár. Tað vóru nógv fleiri dansarar á høgum støði. Og tað var feitt at síggja, hvussu fleiri dansarar høvdu ment seg síðani 2018.

Var tað nøkur framførsla, sum situr eyka føsk í minninum? 

- Ja, tær tríggjar, sum byrjaðu framførsluna vóru í mínari verð mindblowing. Eg hugsaði við mær sjálvum: "Hvør byrjar við hesum, tí hvør kann fylgja tí?".

- Tað, sum var so feitt við teimum var, at tað var asymmetriskt symmetriskt. Tað var kaotiskt, men alíkavæl ikki, sigur Johan

[object Object]( Tað vóru tær tríggjar - Emanuelle Lé Phan, Marie-Reine Kabasha og Victoria Mackenzie - sum høvdu ta bestu framførsluna sambært Johan. Mynd: Súsanna Smith Johansen)


Munur á útlendsku og føroysku dansarunum

Í skránni stendur, at tær tríggjar vóru útlendskar. Var nakar munur á teimum útlendsku og føroysku dansarunum?

- Ja, mann legði merki til, at teir útlendsku dansarnir vóru professionellir dansarar. Og tað var faktiskt ein gjøgnumgangandi reyður tráður gjøgnum alt showið, at tey útlendsku, sum hava gingið á dansiskúlum, tordu betur at tveita seg út í tað heilt eksperimenterandi, sigur Johan

- Tað er sjálvandi feitt, at vit fáa útlendskar luttakarar við, men tað hevði eisini verið stuttligt, um tað í framtíðini vóru fleir føroyingar, sum fóru á dansiskúlar og satsaðu 100 prosent upp á dans.

Nú vit tosa um føroyskar dansarar og dansiskúlar, saknaði tú kanska ein Búa Rouch í dag?

- Ja, eg manglaði alvorliga Búa Rouch í dag. Ikki tað, har vóru føroyingar, sum megnaðu at fylla plássið hjá Búa, men tað hevði bara gjørt tað eitt hakk feitari, um Búi eisini var við, sigur Johan

[object Object]( Framførðslan "Birds Eye" við Andreu Joensen og Miran Ugljen. Mynd: Súsanna Smith Johansen)


Frá estetiskum fimleiki til dans

Nú tá vit tosa um menning. Hevur tú onkran konstruktivan kritikk til føroysku dansararnar til komandi Dansieksperiment?

- Eitt, sum eg legði merki til við føroysku dansarunum var, at næstan allar kvinnurnar koma frá estetiskum fimleiki. Og tað merkti mann í kvøld. Rørslurnar hjá teimum eru meir flótandi og í linjum, meðan tey útlendsku høvdu meir kaotiskar og grovar rørslur.

- Tað er bæði ein mega fyrimunur og ein mega vansi at koma frá estetiskum fimleiki. Fyrimunurin er, at tær eru mega sterkar, smidigar og duga væl at koordinera, men samstundis hava tær hug at læsa seg fastar. Eg sakni, at tær koma úr skápinum og førka seg úr teirra comfort zone. Ja, at tær tora at blaka seg út í tað og geva tí meir eksperimenterandi ein kjans.

- Men tá tað er sagt, so føroyingar fleiri feitar framførslur. Tildømis ROK hjá Rannvá Niclasen. Har vóru tað primert føroyskir dansarar, og tað var absolutt ein feitt framførsla. Og Birds Eye hjá Andreu Joensen var eisini ein mega feit framførsla.

- Tær framførslurnar vístu, at vit hava fleiri mega dugnaligar dansarar, sum bæði duga at dansa og tora at flyta seg út í tað meir eksperimenterandi. Meir av tí!, sigur Johan at enda.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður