Uttanlands

Danmark letur spakuliga upp aftur eftir páskir

Ritzau Scanpix

Ritzau Scanpix

2020-03-30 17:02 Author image
Bryndis Hjartardóttir

 Á tíðindafundi fyri løtu síðani segði Mette Fredriksen, at møguleiki var fyri, at samfelagið spakuliga kundi lata upp aftur eftir páskir. 

Men hetta var ikki uttan treytir, og kravið er, at danir fylgja ásetingum og tilmælum í tvær vikur afturat.  

Um tølini framvegis eru stabil um tvær vikur og einki óvænta hendur, er møguleiki fyri, at samfelagið spakuligani verður latið upp aftur, segði hon á tíðindafundinum. Tilmælini um stongdar almennar stovnar og avmarkingar eru tískil galdandi til eftir páskir. 

Um samfelagið skal lata upp aftur verður tað við ørvísi mannagongdum og vit skulu vænta, at virksemið verður spjatt um alt samdøgni. 

Um hetta skal eydnast mugu allir danir standa saman við frástøðu, um ikki ber ikki til at lata upp aftur enn og so endar við, at vit noyðast at stamma reglurnar enn meira, segði danski forsætisráðharrin.

Slakaðu tiltøkini tykjast ikki at verða galdandi á øllum økjum, eitt nú bað forsætisráðharrin tey eldru og veikaru í samfelaginum um, at standa sterkast í løtuni, tí í løtuni er einki sum bendir á, at møguleiki verður at slaka á eldra og heilsuøkjunum enn. Tað er heldur einki sum bendir á at landamøkrini lata upp enn, segði Mette Fredriksen. 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður