Danmark fløðir yvir

2016-06-16 10:12 Author image
Dimma

DMI ávarar um glopraregn og torusláttur. Bara í gjár fekk Horsens 115 mm av regni, og nógva regnið fer væntandi at halda áfram.

Vegirnir flóta yvir í dag. Til dømis mátti ein gummibátur til fyri at hjálpa fýra fólkum úr teirra bili, sum var fastur í vatnmongdini á Dalgas Boulevard við Lindevang støðini á Frederiksberg. Regnið hevur eisini gjørt, at løgreglan hevur stongt fleiri vegir, millum annað bæði Lyngby- og Helsingør motorvegirnar.

DMI væntar millum 15 og 25 mm regn upp á 30 minuttir, og roknast kann við ógvusligum torusláttri. Vandi er fyri eldi av torusláttrinum, eins og elektriskar skipanir kunnu ganga fyri, og at feilmeldingar koma frá sjálvvirkandi skipanum. Glopraregnið kann hava við sær, at tað fløðir yvir í lágum økjum,  og at vatn legst í kjallarar. Longu nú sæst, at tað fløðir yvir á vegum.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen
”Den er helt gal med Anna”

”Den er helt gal med Anna”

Tá Anna arbeiddi sum fangavørður, varð hon mett sterk og óttaleys. Men í loyndum stríddist hon við álvarsama strongd

Author image Marita á Rógvi

Meira langlesnaður