Danmark avtekur Útbúgvingarloftið

Danmark avtekur Útbúgvingarloftið

Danska stjørnin hevur avgjørt at avtaka Útbúgvingarloftið, sum merkir, at lesandi nú frítt kunnu velja útbúgving óansæð støði.

2019-12-05 08:30 Author image
Terji Beder

Týsdagin 3. Desembur kunngjørdi danska Útbúgvingar- og Granskingarmálaráðið, at tey fara at avtaka Útbúgvingarloftið, sum merkir, at lesandi í Danmark aftur frítt kunnu velja útbúgving, óansæð útbúgvingarstøði. Tí kunnu lesandi á summri 2020 velja at fara undir útbúgving, sum antin er á sama stigi, sum tann útbúgvingin viðkomandi er á, ella longu hevur lokið. Eisini er møguligt at fara undir útbúgving, sum er lægri á útbúgvingarstiganum, enn hægst lokna útbúgving. Við øðrum orðum kanst tú nú taka ein bachelor, hóast tú longu hevur bachelorútbúgving, ella fara undir eina stutta framhaldsútbúgving, hóast tú hevur lokið prógv í einari hægri útbúgving.

Útbúgvingarloftið varð innført í 2017, sum partur av sparingsátøkum á útbúgvingarøkinum, og skuldi tryggja, at tann lesandi altíð valdi sær eina útbúgving, sum var á hægri stigi enn tann útbúgvingin, sum viðkomandi longu hevði lokið. Hetta varð avgjørt fyri at tryggja, at lesandi ikki nomu sær dupultútbúgving.

Seinni varð tó innført, at ein kundi fara undir útbúgving á sama stigi, tá ið 6 ár vóru fráliðin síðan seinasta útbúgvingin var lokin. Sparingin varð mett at liggja um góðar 400 milliónir árliga.

Útbúgvingarloftið hevur verið undir stórum kritikki frá m.a. lesandi, fakfeløgum, universitetum og arbeiðslívi, og hevur í fleiri umgangum elvt til mótmælisgongum uttanfyri Christiansborg, umframt undirskriftainnsavningum. Nøkur av kritikkpunktunum hava verið, at Útbúgvingarloftið var ein forðing hjá fólki at skifta yrkisleið, um tað vísi seg at tey høvdu valt skeiva útbúgving, at hetta fór at skapa smælri útbúgvnar arbeiðstakarar og at útbúgvingarloftið fór at elva til spekulatión í útbúgving.

Her kundi ávísast, at fráfallið á teimum hægri útbúgvingunum øktist eftir innførðsluna, og at hetta fráfallið íkom við endan á útbúgvingunum, og tískil ikki var tilvildarligt. Fráfallið við endan av útbúgving skapti ein mistanka um, at lesandi valdu at gevast á mállinjuni, fyri at varðveita møguleikan at skifta útbúgving, og síðan gjøgnumføra tí fyrst byrjaðu útbúgvingina, eftir at tann seinna útbúgvingin varð lokin.

Avtøkan av Útbúgvingarloftinum er komið fyri, sum liður í einari røð av íløgum, sum danska stjørnin hevur valt at gera í útbúgvingarøkinum, har eitt nú pædagogútbúgingarnar og tær listarligu útbúgvingarnar eisini hava fingið eitt fíggjarligt ískoyti, fyri at menna útbúgvingarnar. Her fáa pædagogútbúgvingarnar 127,5 milliónir krónur í 2019, meðan listarligu útbúgvingarnar fáa 15 milliónir árliga fram til 2023.

 

 

Meira langlesnaður