Uttanlands

Danir skulu kanna seg sjálvi

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2020-03-17 12:16 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Eingin veit tey røttu tølini yvir smittaði í Danmark. Eftir vegleiðing frá Sundhedsstyrelsen, skulu øll, sum vísa tekin uppá ígerðasjúku í andaleiðini vænta at talan er um koronavirus. 

Nú vilja myndugleikarnir hava eina betri mynd av hvussu nógv veruliga eru smittaði, skrivar TV2. Tí verður farið í holt við at geva kanningarpakkar út til fólk, ið eru nær fólki við koronasmittuni. 

Hetta verður gjørt við heimapoding, so at møguligani smittaði kunnu kannast uttan at fara út úr húsinum. 

Upprunaliga varð sagt, at bert álvarsliga sjúk skuldu kannast, men mánadagin ljóðaði, at nú skuldu fólk undir illgruna eisini kannast so, at betur eftirlit er við farsóttini. 

WHO bað mánadagin heimsins lond um at økja um tali av kanningum, fyri at betur kunna bróta smittukeldurnar.  

Sambært TV2 verða nú 600 fólk kannaði um dagin í Danmark og 960 danir hava fingið staðfest smittuna. Veruliga talið er allarhelst 10 ferðir so høgt, skrivar TV2. 

 

Heimapodingin fer væntandi í gongd í komandi viku.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður