Heimatíðindi

Dagpeningaskipanin skal víðkast

2020-02-19 16:04 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Javnaðarflokkurin legði í dag uppskot fram um at leingja tíðina sjúklingar kunnu verða í dagpeningalógini. Verðandi lóg ásetur, at dagpeningur verður í mesta lagi veittur í 40 vikur.

Hetta vil Javnaðarflokkurin broyta, so at fólk við langtíðarsjúku ikki detta burtur í skipanini, sigur flokkurin í tíðindaskrivi.

Eftir verandi lóg verður dagpeningur veittur í mesta lagi 40 vikur. Eftir hetta ber ikki longur til at vera í skipanini. Ávísar treytir um arbeiðsførleikar og figgjarstøðu gera, at tað ringt hjá hesum at sleppa í skipanina um forsorg ella í fyritíðarpensjónsskipanina eftir 40 viku marki.

Javnaðarflokkurin vil tí hava eina serliga grein setta afturat í Dagpeningalógina, sum tryggjar at langtíðarsjúk eisini fáa rætt til framhaldandi stuðul.

Sambært flokkinum vóru tað í fjør 150 persónar í dagpeningaskipanini í 40 vikur.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður