(Red.: Hendan samrøðan varð gjørd, áðrenn tíðindafundin hjá løgmanni 12.03.20) 

 

– Tað kann gerast ógvuliga kostnaðarmikið fyri føroyska samfelagið, um vit gera av at lata samfelagið aftur við tí grundgeving, at corona-virusið hóttir.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við vinnumálum, tá Dimmalætting spyr, um landsstýrið hevur nakrar ætlanir um at steðga flúgvingini til lond, sum hava ein hægri smittutíttleika enn Føroyar hava.placeholder