Heimatíðindi

Christina Elisabeth: Hugburðurin til lívið er broyttur og tolsemið vaksið

Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen

Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen

2019-06-04 18:16 Author image
Jákup Bogi Joensen

Christina Elisabeth Mørkøre livir dreymin og hevur rokkið hægstu tindar og glæsiligastu pallar í donskum sangleiki og ferðast dagliga millum stjørnurnar á bonaðu gólvunum. Men lívið hevur ikki einans verið sorgleyst. Christina Elisabeth hevur eisini upplivað djúpastu sorgina, ið foreldur kunnu upplivað. Gleðin og sorgin treyta hvørt annað, sigur hon og heldur, at hugburðurin til lívið og tilveruna er broyttur og tolsemið mótvegis øðrum er vaksið.

Christina Elisabeth er við í allar fremstu røð og framførir javnan í stórum sangleikum á glæsiligastu pallum kring alt Danmark. Hon er 37 ára gomul, uppvaksin á Hvítanesi og ferðast millum stjørnurnar og stóru og kendu nøvnini á bonaðu gólvunum á Kongaliga Teatrinum og øðrum fólksligum leikpallum. Hon hevur rúnabundið og spælt og sungið seg í hjørtuni hjá mongum donskum leikstjóra, áskoðara og áhoyrara.

Tað eru ikki hissini leikir, ið hon longu nú kann erpa sær av at eiga ein lut í. “Klokkarin frá Notre Dame” og “Doctor Zhivago” eru bara tvey dømi um stórklassikarar. Aðrir leikir, ið hon kann skriva á sín avrikslista, eru “Leonora Christina”, “Ghost” og “Into the woods”. Í løtuni leggur hon seinastu hond á fyrireikingarnar til enn ein stóran leiklut í ikki minni kendum sangleiki og klassikara, nevniliga “Sound of Music”. Og seinni í hesum árinum fer hon av álvara undir venjingarnar til leikin “Mamma Mia”, sum eftir ætlan hevur frumsýning fyrst í komandi ári.

Hon hevur spælt og sungið saman við so kendum donskum sangarum og sjónleikarum sum Kurt Ravn, Stig Rossen, Tommy Kenter og Søren Hauch-Faubøll. Og í næstum skal hon venja saman við Anette Heick.

Tað er full ferð á yrkisleiðini. Hon er væl lýdd og nógv umbiðin. Og hon trívist á palli.

Bara í hesum leikárinum hevur hon verið við í fimm stórum sangleikum. Tað eru munandi fleiri enn tað plaga at vera, tí higartil hevur verið vanligt at syngja og spæla tveir sangleikir um árið.

Hetta er brot úr longri grein í Dimmalætting, sum dimma+ lesarar kunnu lesa í fullari longd HER

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður