Heimatíðindi

Christiania-súkklur koma nú til Føroya

Ein Christiania-súkkla við hvítum viðfestisvogni og kalessju (Mynd: christianiabikes.com)

Ein Christiania-súkkla við hvítum viðfestisvogni og kalessju (Mynd: christianiabikes.com)

2019-03-19 17:00 Author image
Turið Justinussen

Handilin í Sverrisgøtu í miðbýnum í Havn, Útilív, er tann fyrsti handilin í Føroyum at umboða tær gitnu Christiania-súkklurnar. Hugsjónin er, at hesar skulu verða eitt betri alternativ til bilin, og longu nú hava tvey fólk bílagt sær eina

Útilív kunngjørdi síðst í farnu viku, at Christiania-súkklur nú kunnu bíleggjast í handlinum. Tvey fólk hava longu bílagt sær hvør sína Christiania-súkklu, sum væntandi koma til Føroya fyrst í mai mánaða.
 
- Hetta er nakað, vit hava ætlað okkum leingi, sigur Michael A.C. Johannesen, forstjóri í Útilív, í samrøðu við Dimmalætting.
 
Fiksar og væl egnaðar til føroyska veðurlagið
Ein Christiania-súkkla er ein súkkla við viðfestivogni í ymiskum støddum, og súkklurnar, ið kunnu bíleggjast hjá Útilív, fáast í ellivu ymiskum sniðum, sum síðani fáast í ymiskum litum við kalessjum og viðfestisvognum, ið somuleiðis eru ymiskir bæði í stødd, sniði og útgerð. Eitt nú er ein súkkla gjørd til rullustólar.
 
- Tað eru sera nógvar súkklur at velja ímillum, og mann kann veruliga seta sín persónliga dám á súkkluna, sigur Michael Johannesen og leggur afturat:
 
- Í einum landi sum Føroyar, har nógvar brekkur eru, og tað regnar í heilum, er tað umráðandi at súkklan er gjørd til slíkar umstøður. Súkklurnar eru útgjørdar við serligum bremsum og motori, ið nettupp megnar tungar brekkur, sigur Michael Johannesen og greiðir frá, at Christiania-súkklurnar eitt nú eru hentar hjá barnagørðum at hava, tí tær størstu fáast við stórum viðfestisvogni, ið rúmar seks børnum og trygdarbelti. 
 
Tað er fyritøkan, Christiania Bikes, sum Útilív hevur gjørt eina samstarvsavtalu við, og Micheal Johannesen greiðir frá, at Útilív valdi at samstarva við júst Christiania Bikes og umboða teirra súkklur, tí arbeiðsumstøðurnar eru góðar, og serliga er góðskan á súkklunum góð:
 
- Tað er ein stoltleiki í at selja eina vøru, sum hevur verið til síðani 1984, og er heiðrað við eini Danish Design heiðursløn. Vit hugdu at øðrum bíligari alternativum í byrjanini, men sambært brúkaraummælunum, eru hesar tær bestu.
 
Fyritøkan, Christiania Bikes, bleiv stovnað fyrst í 1970'árunum og selir nú súkklur til allan heimin. Hon er upprunin til ta sonevndu Christiania-súkkluna.

[object Object]

Eitt betur alternativ til bilin 
Lyklaorð hjá Útilív er umhvørvi og burðardygd, og handilin umboðar tí merkir, ið samsvara hesum virðum og tí eru umhvørvisvinarlig.

Sostatt er hugsjónin handan súkklusamstarvið, at bilarnir á føroysku vegunum skulu gerast færri í tali, og tað skal verða lættari hjá fólki at velja bilin frá. Serliga hjá teimum, sum hava stutt til arbeiðis og til onnur gerandismál:

- Eg havi sjálvur búð niðri í ellivu-tólv ár, har næstan øll eiga eina súkklu, og tær síggjast allastaðni. Í Føroyum koyra fólk nógv bil og eiga kanska ikki bara ein, men tveir bilar, sigur Michael Johannesen, ið undrast yvir, at meira ikki verður gjørt fyri at fáa fólk út á gøtuna. 

- Tað er so nógv ferðsla her í Havnini, og ikki at tala um stríðið um parkeringspláss. Tað er upplagt at keypa sær eina slíka súkklu ístaðin, sigur hann.

[object Object]Útilív hevur ikki pláss at hava súkklurnar standandi í handlinum, og tað er tískil neyðugt at bíleggja tær. Niðanfyri sæst nakað av úrvalinum: 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður