Carles Puidgemont tikin av valdinum

Mynd: epa.eu

Carles Puidgemont tikin av valdinum

2017-10-28 16:17 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Katalonia valdi at lýsa seg sum sjálvstøðugt land í gjár. Tinglimir í katalanska tinginum atkvøddu um málið, og 70 atkvøður vóru fyri og 10 ímóti. 

Hetta fekk sponsku miðstjórnina í Madrid, at gera álvara av hóttanini um at seta grein 155 í gildi. Grein 155 í sponsku grundlógini gevur heimild til at taka sjálvstýri í Katalonia úr gildi.

Carles Puidgemont er sostatt blivin tikin úr embætinum sum forseti í Katalonia. Í einari røðu biður hann íbúgvarnar í Katalonia um at friðarliga mótmæla valdsyvirtøkuni frá Spania.

Enn er ikki greitt júst hvussu miðstjórnin í Madrid ætlar at valdið skal yvirtakast. Spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, hevur útskrivað val at haldast í Katalonia tann 21. desember.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður