Jenis vil vita meira um cannabis

2017-02-21 12:50 Author image
Dimma

Í Danmark verður farið undir eina royndarskipan við at veita ávísum sjúklingum cannabisúrdráttir í 2018, sum skal vara í fýra ár. Og nú fer Jens av Rana úr Miðflokkinum at spyrja Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um ætlanin at at seta líknandi skipan í verk í Føroyum.

- Talan er ikki um generella nýtslu, men um nýtslu til ávísar sjúklingar við ávísum nærri nágreinaðum sjúkueyðkennum, nevndir verða sclerosusjúklingar og krabbameinssjúklingar. Mong av hesum stríðast við pínu og onnur symptomir, sum vanligur heilivágur illa megnar at hjálpa, umframt at svár hjáárin kunnu standast av traditionellu  heilivágum í teim stóru nøgdum, sum lætt kunnu krevjast, skrivar Jenis av Rana í viðmerkingunum.

Umframt pínunívdar sjúklingar fáa eisini krabbameinssjúk í kemo ella stráluviðgerð, ið mangan stríðast við etingartrupulleikar vegna vaml og spýggju, høvi at royna hesar úrdráttir.

- Sum nevnt er ikki talan um, í hesari donsku royndarætlan, at gera cannabisúrdráttir fríar at brúka, tvørturímóti er talan um ein skipan, sum skal umsitast av læknum og veitast ávísum væl nágreinaðum sjúklingabólkum á ein tryggan og lógligan hátt, skrivar Jenis av Rana.

Í Danmark verður talan um eina 1.200 sjúklingar, sum fáa nyttu av royndarskipanini, sum skal vera í gildi í fýra ár.

Les eisini

Kannað cannabis: Vildi bjóða mammu annað enn kemo

- Hví skal eg blíva ólóglig fyri at fáa linna?

Oddagrein: Ein pínandi ótti

  

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður