Heimatíðindi

Byggja nýggjan Christian í Grótinum

2020-07-07 15:55 Author image
Sveinur Tróndarson

- Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd, tí eftir valið í fjør fóru vit av álvara í gongd við at kanna møguleikarnar, og í januar mánað fóru vit í gongd við næstu prosess, sum var at gera av, um vit skuldu umvæla, keypa ella byggja nýtt, og tað er tann prosessin, sum í dag endar við, at vit hava skrivað undir sáttmála við Karstensen-skipasmiðjuna.

Tað sigur Bogi Rasmussen, sum er ein av eigarunum av partaeigarunum í pf. Palli hjá Mariannu, sum umvegis eitt dótturfelag eigur allan partafelagnum pf. Christian í Grótinum.

Tað var Norðlýsið, sum seinnapartin almannakunngjørdi tíðindini frá reiðarínum, og í greinini verður greitt frá, at talan er um 90 metrar langt og 17 metrar breitt skip, sum hevur 16 RSW-tangar, sum tilsamans fara at rúma 3.550 rúmmetrar og tað vil siga, at skipið fer at lasta góð 3.000 tons av niðurkøldum fiski, skrivar blaðið.

Byggikostnaðurin er 300 milliónir krónur, og leveringstíðin er gott og væl hálvtannað ár.

Men hví er valið fallið á Karstensen skipasmiðjuna?

- Høvuðsorsøkin er, at vit her fingu eina heildarloysn. Vit hava arbeitt við nøkrum “designarum” í eina tíð, og tá avgerðin skuldi takast var okkara niðurstøða, at Karstensen var rætta valið, sigur Bogi Rasmussen.

Danska skipasmiðjan kann, tí hon eigur eina skipasmiðju í Pólandi, byggja skrokkin har, og so gera restina liðugt í Skagen.

- Ein onnur orsøk er, at henda skipasmiðjan hevur arbeitt við hesum slagnum av skipum fyrr. Tað var hon, sum bygdi Trónda í Gøtu, sum er tað seinasta uppsjóvarskipið, sum er bygt til Føroya, og hon hevur síðan bygt fleiri onnur. Tí eru vit tryggir við, at vit hava gjørt eitt gott val, sigur Bogi Rasmussen.

Ein spurningur, sum altíð ger seg galdandi, tá skip skulu skiftast út er, um tað er neyðugt, og tann spurningin settu vit eisini Boga Rasmussen.

Hann dregur eitt sindur á tað, tá hann svarar, men greiðir frá, at tað er ein nátúrlig gongd, tá man hevur við fiskiskip at gera.

- Verandi skip er frá 2003 og vit síggja, at útreiðslurnar til viðlíkahald bara økjast, og tí skuldu vit taka støðu til, hvat skuldi henda. Vit eru eisini í einum slíkum aldri, at vit hava hug at halda fram, og tey, sum koma aftaná eru eisini góð við reiðaríið, og tí gjørdu vit av at hyggja eftir teimum møguleikum, sum eru. Og tað er tað sum nú er endað við, at vit hava skrivað undir sáttmála um at byggja nýtt, sigur Bogi Rasmussen.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður