Byggivinnan er glóðheit

Byggivinnan er glóðheit

Vinnur nógvar milliónir í góðu tíðunum í løtuni

2018-08-02 14:21 Author image
Ingi Samuelsen

Byggivinnan hevur góðar dagar í løtuni. Vit hava fyrr gjøgnumgingið roknskapirnar hjá teimum báðum fyritøkunum, sum gera tey størstu arbeiðini, Articon og J&K Petersen. Men eisini tær næststørstu fyritøkurnar hava úr at gera, og vinna pening burtur úr tí.

Tað vísir ein skjót uppgerð, sum vit hava gjørt við støði í roknskapunum fyri 2017. Nógvar fyritøkur eru í landinum, men vit hava einans tikið fyritøkur við, ið kunnu vísa á ein bruttoving oman fyri 10 milliónir krónur.

Onkur kanska er, sum er gloymd burturímillum, og aðrar eru, sum ikki hava fingið roknskapin fyri 2017 almannakunngjørdan enn.

Les eisini: Søguliga stórt virksemi í J&K Petersen 

Les eisini: Articon – eitt byggivirki í blóma 

Pf. MT Højgaard Føroyar, byggifelag, sum danska felagið MT Højgaard A/S eigur. Stórarbeiðið hjá felagið í løtuni er byggingin av H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Jóannes Niclasen, búsitandi í Seltjarnanesi í Íslandi, er stjóri, og nevndin er mannað við dønum: Jørgen Enegaard Nicolajsen, Stenløse, Helle Bro Krogen, Gentofte, og Peter Søborg Kofoed, Rungsted Kyst.

Spf. Búsetur. Byggifelag hjá Sjúrði Holm á Argjum. Sjúrður er sjálvur stjóri og nevndarlimur. Í nevndini sita harumframt Niels Winther Poulsen, formaður, og Bárður Johannessen. Stórarbeiðið í løtuni er byggingin av Skúlanum á Fløtum í Havn saman við Articon.

Spf. Húsavarðartænastan. Byggifelag hjá Regin Petersen og Sámal Erik Hentze, sum er stjóri í felagnum. Stóra arbeiðið hjá felagnum í løtuni er bygging av Musikkskúla í Havn og H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum. Húsavarðartænastan innrættaði eisini Finsen fyri Bústaðir.

Spf. Kanjon. Byggifelag í Klaksvík, Kjartan Hansen er stjóri. Er aktivt í serliga Norðoyggjum, og stendur í løtuni m.a. fyri byggingini av Biskupstorgi.

Spf. Kreton. Byggifelag í Saltangará, Eyðun Magnussen er stjóri. Arbeiðir mest við jørð- og asfaltarbeiði.

Kelda: vinnuvitan.biz

Meira langlesnaður