Kjak

Bygdarnavnið Skálabotnur

2019-03-08 10:19 Author image
Eivind Weyhe

Nógv kjak hevur verið um hvat ið er tað rætta navnið á bygdini innast á Skálafjørðinum. Á føroyakortum hevur næstan uttan undantak staðið Skálabotnur. Sum ein ið hevur eina vissa medábyrgd av hvat stendur á kortunum, skal eg her siga nøkur orð um hví hetta er tað navnið sum har stendur.

Tá ið tann danska herstjórnin (generalstaburin) gav tey sonevndu máliborðsbløðini (Føroyar 1:20.000) út í 1901, vóru teir ikki í iva um at navnið á bygdini var Skálabotnur. Hesi kort komu út aftur í endurskoðaðum útgávum í 1943 og aftur í 1990, og navnið hevur í øllum trimum útgávunum verið tað sama: Skálabotnur. Sjálvur var eg við í tí arbeiðsbólki sum setti nøvn á triðju útgávu av máliborðsbløðunum (1987-1998). Tá vóru vit í bygdini og tosaðu við eldri og yngri fólk um nøvnini, og í tilfarinum frá tí arbeiðinum síggi eg einki til at nakar gjørdi vart við nakra ónøgd við navnið Skálabotnur. Eg minnist at spurningurin um nøvnini bæði, Skálabotnur ella Skálafjørður, var uppi og vendi í arbeiðsbólkinum, tí nakað frammanundan var komið eitt kort í mátinum 1:100.000 sum hevði navnið Skálafjørður, óivað tí at ein navnalisti frá 1960, útgivin av Det danske Stednavneudvalg, hevði tað navnið. Arbeiðsbólkurin valdi at halda fast við tað navnið sum hevði staðið á máliborðsbløðunum frá byrjan, og sum var væl og virðiliga skjalfest á eldri hondteknaðum kortum og í øðrum søguligum keldum.

Hvørjar eru so hesar søguligu keldur?

Skálabotnur er niðursetubygd í haganum Skálafjall, sum hoyrir til markatalsbygdina Skála. Alt bendir á at fólk hava búsett seg á plássinum og eru farin at velta upp úr nýggjum har onkuntíð um ár 1600, møguliga eitt sindur fyrr. Tí sambært jarðabókini fyri ár 1600 situr Jóan Heinason, sum var løgmaður 1572-1583, við jørð í “Skallebotenn”, og hetta er fyrstu ferð vit síggja plássið nevnt við navni í eini skrivligari keldu. Aftur í 1665 nevnir tingbókin at hann hevur velt upp úr nýggjum inni í “Skallebottn”. (Leggjast kann tó aftrat at í verkinum “Trap Færøerne” sigur Sverri Dahl at fornminnir benda á uppaftur eldri búseting í Skálabotni). Sama navnaform hevur bygdin í tingbókini fyri 1663, í 1687 er skrivað Scalleboethenn og í 1689 Scalleboten.

Frá 1700-talinum hava vit fleiri føroyakort. Á einum korti hjá Rasmus Juel frá 1710 stendur Schaalebotn sum navn á tí innasta á fjørðinum og Botn sum navn á bygdini innast á fjørðinum. Í einum skjali frá 1720 (í sambandi við harra Peder Arabo og grindadráp) stendur Schaaleboten. Tað sama síggja vit á korti hjá Born kapteyni frá 1790’unum.

J.C. Svabo nevnir plássið fleiri ferðir í Indberetninger 1781-82, og hann er ikki í iva um navnið. Eftir at hava umrøtt “Kongshavn eller Skaalefjord”, sigur hann at “Det inderste af Samme kaldes Skaalabotnur.” Í 1853 skrivar Hammershaimb staðarnøvn upp í Eysturoynni, og hann nevnir bygdina “í Skálabotni”.

Hetta er tí tað grundarlag sum geodetarnir hava havt at byggja á tá ið teir gera tey fyrstu máliborðsbløðini uml. 1900, og tí hevur bygdin verið nevnd Skálabotnur á máliborðsbløðunum líka síðan.

Ofta er tað so at fólk á staðnum brúka eitt serligt sokallað “nærnavn”, eitt navn sum verður brúkt í nærumhvørvinum, meðan eitt annað verður brúkt í einum víðari høpi, t.d. í landshøpi. Á Skála hevur helst verið sagt Inni í Firði ella Skálafirði, eins og kollfirðingar siga Inni í Firði um tað innasta har á fjørðinum, og tað sama hevur verið sagt í Kaldbak um Kaldbaksbotn. Í kirkjubókini fyri Eysturoynna fyri 1687 verður sagt um eitt barn sum er borið til dópin, at tað er føtt “j Skalefiord”, og Hammershaimb nevnir eina hálvmørk á Skála fyri Skálafjørðshálvmørk.

Men í landshøpi hevur plássið verið nevnt Skálabotnur. Tað síggja vit av kortum og gomlum skjølum heilt afturi frá 1600, sum er tað elsta skjalfesta vit hava um navnið á bygdini. So tá ið kortið í dag hevur navnið Skálabotnur, so er tað tí at tað hevur røtur nøkur hundrað ár aftur í tíðina og byggir harvið á gamla siðvenju.

Men tað at kort í 1700-talinum bara nevna plássið “Botn”, kundi bent á at eisini tað hevur verið brúkt sum eitt slag av “nærnavni”. Og tað forklárar jú eisini at íbúgvarnir hava verið og verða nevndir botnarar.

Ein grundgeving sum summi ið finnast at navninum Skálabotnur, brúka, er at siga at har er eingin “botnur”. Tað er sjálvandi ikki rætt. Botnur kann á føroyskum, og kundi eisini á fornmáli, umframt at merkja dalur, eisini merkja tað innasta á einum fjørði, sbr. navnið Vágsbotn báði í Havn og í Bergen.

Sostatt er Skálabotnur tað almenna navnið á bygdini. Tað er eisini staðfest av Staðarnavnanevndini.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður