Heimatíðindi

Bygdaleiðir: Verandi sáttmálar longdir eitt ár

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-04-11 09:11 Author image
Leivur Hansen

Nýggir sum verandi busseigarar fáa 11 mánaðir at fyrireika og bíleggja nýggjan bussflota.

At freistin at lata inn tilboð upp á koyringina hjá Bygdaleiðum, er útsett til 1. juni, hevur við sær, at ymsar broytingar eru gjørdar í galdandi sáttmálaviðurskiftum.

Tað upplýsir Dánial Pauli Davidsen, samferðslu- og marknaðarleiðari á Strandfaraskipum Landsins, fyri Dimmalætting.

Umframt at freistin at lata inn tilboð er flutt frá 1. mars til 1. juni, eru verandi sáttmálar longdir frá 1. mai í ár til 30. apríl næsta ár. Samstundis er nýggja sáttmálaskeiðið sett til at byrja 1. mai 2020.

-Við hesum fáa nýggir sum verandi busseigarar innan Bygdaleiðir eina skiftistíð at fyrireika og bíleggja nýggjan bussflota upp á umleið 11 mánaðir, sigur Dánial Pauli Davidsen.


Vil hava umhvørvisvinarligar bussar

Broytingarnar í sáttmálaviðurskiftunum koma, eftir at Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, 28. februar bað Strandfaraskip Landsins um at útseta freistina fyri at lata tilboð inn í tríggjar mánaðir.

Orsøkin var, at landsstýrismaðurin metti, at størri dentur skuldi leggjast á grønar og varandi orkuloysnir í útbjóðingartilfarinum.

Samstundis tók hann avgerð um at leggja uppskot fyri tingið um at broyta løgtingslógina um fólka- og farmaflutning.

Uppskotið ber m.a. í sær, at sáttmálaskeiðið verður longt til sjey ár.


Skulu eisini taka koyristólar

Privat bussfeløg hava seinastu mongu árini rikið koyringina hjá Bygdaleiðum í fimm-ára sáttmálaskeiðum.

Men tekur løgtingið undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum, verður raksturin í framtíðini longdur til sjey ár.

Ætlanin er eisini, at allir bussar í framtíðini skulu taka koyristólar og hava positióneringsútgerð umborð, so tey ferðandi kunnu síggja, hvar bussarnir eru her og nú.

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður