Býarsavnið í Havn nærkast

Mynd: torshavn.fo

Býarsavnið í Havn nærkast

2017-11-22 10:39 Author image
Innsent

Mentamáladeildin hjá Tórshavnar kommunu skipaði mánakvøldið fyri evniskvøldi um Tórshavnar býarsavn, sum í næstum fer undir at skipa virksemið hjá savninum.
Kvøldið byrjaði við einari sirpu av løgum hjá Simma, sum Kim Hansen og Edvard Nyholm Debess framførdu á flygli og kontrabassi, skrivar kommunan á heimasíðu síni.. 
Forkvinnan í mentamálanevndini, Gunvør Balle, greiddi frá yvirskipaðu ætlanunum fyri Tórshavnar Býarsavn, og umboð frá mentamáladeildini greiddu frá yvirtøkuni av savninum hjá Birgari Johannesen og viðtøkunum fyri býarsavnið. 
Á leið 100 áhugaðir borgarar vóru komnir saman í Auluni í gjárkvøldið, og nógv góð hugskot komu fram í ljósmálan. Við evniskvøldinum var sjøtul settur á drúgva arbeiðið at víðarimenna Tórshavnar býarsavn, og forkvinnan í mentamálum og starvsfólk á mentamáladeildini fegnast um stóra áhugan fyri býarsavninum. 
Vónandi verður klárt at bjóða borgarum og vitjandi innar í nýggja býarsavnið tíðliga í komandi í ári.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður