Býarsavn úr egnum lumma

2016-06-02 13:53 Author image
Dimma

Í gamla Tórs Cafeteria, har tey ungu savnaðust í 60- og 70-árunu, biksar Birgar Johannessen við at seta upp eitt veruligt býarsavn við ymsum lutum, sum hava eitthvørt við Havnina at gera. Her eru løgnir lutir, sum Birgar hevur savnað sjálvur. Lutir, sum fólk hava latið honum. Og so sjálvandi modellið av gomlu Havnini, sum Birgar sjálvur evnar til.

- Eg havi fingið eina ørgrynnu av spennandi tingum inn her, so nú ræður um at fáa framsýningina at hanga saman sum eina heild. Eg ætli at lata framsýningina upp 1. juli, sigur Birgar Johannessen, tá ið vit vitja hann í góðveðrinum í dag.


Les eisini Langlesnað um Birgar Johannessen:
 Kærleikin sum ongantíð rustar


Býarsavnið er eitt slag av lívsverki, hann setir upp við gerandislutum og -minnum úr Havn. Her eru fløskur, hjálmar, myndir, plátur, skelti og mangt, mangt annað. Higartil eitt projekt, sum hann stórt sæð fíggjar úr egnum lumma. Og nú eru lummarnir við at vera tómir, sigur Birgar skemtandi.

- Lions var so gávumilt at játta verkætlanini 50.000 krónur, og Býráðið játtaði 50.000 krónur av teimum 200.000 krónunum, eg søkti um, sigur Birgar.

Hann skal rinda fyri slíkt sum húsaleigu, ljós og hita, og annars má hann dúva upp á hjálp frá vinum og kenningum til nógv, sum skal gerast, nú riggað verður til.

- Tað hevði verið so nógv lættari, um eg hevði einar 300.000 krónur av kapitali at brúka til handverkarar og annað. Nú noyðist eg at biðja góð fólk koma at hjálpa mær, tá ið eg skal gera okkurt, tú veitst elektrikara, málara ella líknandi. Tað er nokk so strævið, viðgongur Birgar.

Hvussu er og ikki. Hann umhugsar at taka eina 20 krónu frá teimum vitjandi, so tað hjálpir til raksturin, tá ið tað veruliga byrjar. Spurningurin er, hvussu langt tað røkkur. Um ein mánað letur framsýningin so upp.

Mjólkarpakkar og fløskur frá Restorff's er millum mangt annað sett upp á framsýningini. Tað er í stóran mun ting, ið minna okkum á gerandislívið, sum tað var, ið setir dám á Býarsavnið

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður