Búskapur og fólkaflyting fylla mest

2016-06-17 14:01 Author image
Dimma

Enn ein meiningakanning vísir, at tey, sum vilja hava Bretland úr ES, hava vind í seglunum í løtuni.

48 prosent vilja úr ES, meðan 43 prosent vilja varðveita ES-limaskapin, sum hann er, sambært nýggjastu meiningakanningini hjá The Times. 8 prosent siga seg ivast, og tey ivingasomu fara helst at avgera alt, tá ið bretar fara á val tann 23. juni.

Financial Times kemur til sítt úrslit við at leggja tær seinastu sjey meiningakanningarnar saman, leggja tvær tær skeivastu burturúr, og síðan rokna miðaltalið av írestandi fimm kanningunum. Hinvegin eru bretar ógvuliga tilvitaðir um, at ógvuliga stór óvissa er um hesar kanningarnar, og á parlamentsvalinum í 2015 raktu flest allar kanningarnar fullkomiliga skeivt.

Men hvat er tað, sum bretar skulu taka støðu til? Síðurnar fyri og ímóti hava heilt hvør sína útlegging av, hvat Bretland fær burtur úr ES-limaskapinum.

 

LEAVE: Dýrur felagsskapur

Tey, sum stýra LEAVE-herferðini, vísa á, at kostar Bretlandi dýrt at vera í samgongu við restina av Evropa.

Í valtilfarinum verður víst á, at Bretland hvørja viku sendir 350 milliónir pund til Brússel, góðar 2 milliardir krónur, og pengarnar vóru betri farnir til vælferðartænastur sum sjúkrahús og skúlar í Bretlandi.

Sagt verður eisini, at verður Bretland verandi í ES, fara 5 milliónir ES-borgarar at flyta til Stóra bretland innan 2030. Har halda mótstøðufólkini, at tað eru bretar sjálvir, ið skulu gera av, hvør sleppur til Bretlands. Og tey halda somuleiðis, at Bretland skal avgera, hvønn handilsavtalur skulu gerast við.

 

STAY: Betri búskap innanfyri

Tey, sum ganga inn fyri framhaldandi ES-limaskapi í Bretlandi, siga beint øvugt, at tað er búskaparliga fjálgari innan fyri Evropasamveldi.

Fer Bretland úr ES, missir Bretland arbeiðspláss, og bretar gerast fátækari uttan ES. FØrt verður fram, at tað kostar hvørjum einstøku húsarhaldi 20.000 krónur um árið av vánaligum kursum og dýrari vørum.


Úrliman tekur 2 til 10 ár

Skuldu meiningakanningarnar farið at hildið, sum als ikki er vist, so fara samráðingar í gongd um, hvussu Bretland og ES skulu samstarva aftaná, og ikki minst, hvussu samstarvið á ymsum økjum skal halda uppat.

Ein slík avtala kann taka nógv ár at fáa upp á pláss, alt frá tveimum til tíggju ár, so tað er hampiliga góð tíð. Bretar hava hinvegin ikki nógva tíð eftir at umráða seg tí, tí nú eru bara seks dagar til valið, sum verður tann 23. juni.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður