Burturbeining av leivdum frá slakti

Burturbeining av leivdum frá slakti

2017-09-29 09:03 Author image
Innsent

Visti tú, at tað, sum dálkar eina mest at brenna hjá IRF, eru seyðaskinn? Av hesi orsøk verður heitt á fólk, um at lata seyðaskinn til endurnýtslu hjá góðkendum móttakara.

Visti tú eisini av, at tá ið IRF fær nógvar fullar vembur inn at brenna, so viðførir tað dálkandi útlát frá skorsteininum? Tømið vemburnar — tað verjir umhvørvið.

Verjið umhvørvið:

  • Latið ikki seyðaskinn til brenningar — tað dálkar.
  • Tømið vemburnar — fullar vembur dálka.
  • Latið blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá slakti verða burturbeindar.
  • Latið innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í vanligu bingjurnar.

Hitin í ovninum hjá IRF er vanliga um 1.000 stig.  Fer hitin niður á 850 stig, viðførir tað dálkandi útlát í roykinum. Um heystið, tá ið nógvar vátar leivdir frá slakti koma inn, kann tað verða trupult hjá IRF at halda ovnin nóg heitan, til tess at forða fyri dálkandi útláti. Vit heita tí á fólk, um at fylgja omanfyri nevndu vegleiðing, so vit í felag kunnu verja umhvørvið.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður