Búnaðarstovan í Norðurevropeiskari verkætlan

Búnaðarstovan í Norðurevropeiskari verkætlan

Búnaðarstovan ger royndir og skrásetingar av taðingardálking sum partur av Norðurevropeiskari verkætlan

Omanfyri síggjast samstarvsfelagir í WaterPro verkætlanini á Heriot Watt Universitetinum í Edinburgh í summar

2018-11-27 15:40 Author image
Turið Justinussen

Búnaðarstovan ger royndir og skrásetingar av taðingardálking í Føroyum sum partur av norðurevropeiskari verkætlan, ið kallast WaterPro 

[object Object]

WaterPro arbeiðir fyri at fyribyrgja dálking av vøtnum, áum, løkum og sjógvi, og sum partur av verkætlanini, hevur Búnaðarstovan hevur tískil gjørt royndir og skrásetingar av møguligari taðingardálking í Føroyum.

[object Object]Hetta er triðja árið Norðurevropeisku londini hava samstarvað í hesi verkætlanini, ið er fíggjað av Northern Perifery and Artic Program.

Ein umhvørvisvinarligur amboðskassi
Í ensku fundarfrágreiðingini hjá WaterPro, stendur at lesa, at til frama fyri betri vatngóðsku og verju av Norðurevropeiskum útjaðarum, miðjar verkætlanin ímóti at framleiða ein amboðskassa av umhvørvisvinarligum tólum og myndlum, ið skulu bøta um mannagongdirnar innan frárenningarskipanir -og tøkni og eggja til betri og breiðari samstarv millum[object Object] norðurútjaðararnar. Eisini skal verkætlæanin veita landbúnaðinum og námsvinnuni ein effektivan samskiftispall.

Í amboðskassanum skulu dagførd, vegleiðandi kort veita landbúnaðinum góða ráðgeving, um hvussu nitrat og fosfat frárensl út í vatnskipanir skulu handfarast. Hesi kort skal Savonia Universiteti í Finnlandi sniðgeva. 

Savonia Universitet skal harafturat sniðgeva eitt netborið úrvalstól, ið skal hjálpa[object Object] áhugapørtum at velja hóskandi mannagongdir til teirra egnu frárenningsumstøður. Amboðskassin skal vera liðugt framleiddur í februar 2019. 

Átøk
Fleiri bíligar, nýskapandi mannagongdir skulu setast í verk á støðunum og eftirmetast so líðandi. Eitt nú, skal hvørt luttakandi land gera kanningar og skriva ei[object Object]n samandrátt av møguligu árinunum, frárenningin av taðingarevnum hevur á umhvørvið á staðnum.

WaterPro ynskir eisini, at ábyrgu myndugleikarnir skulu vera betri fyribúnir, og at lokalu tilfeingisbrúkarir verja vatngóðsku, fólkaheilsu, vistfrøðiskipanir og virka fyri at stimbra búskaparligan vøkstur og -menning.

 

Tætt samstarv
Í summar var verkætlanarfundur í Edingburgh, har Rólvur Djurhuus, landbúnaðarráðgevi og deildarleiðari á Búnaðarstovuni, luttók, og á hesum fundi varð WaterPro verkætlanin eftirmett og staðfest varð, at verkætlanin við Heriot Watt universiteti sum samskipara, áhaldandi er í góðari framgongd. Á fundinum vórðu ætlanir gjørdar fyri komandi ár, og eitt nú hevur Búnaðarstovuni í hyggju at skipa fyri ráðstevnu í Føroyum komandi vár. Áður hava ráðstevnur verið fyriskipaðar í Írlandi og Svøríki.

Luttakandi londini í WaterPro verkætlanini eru á einum orði um, at úrslitagóðu ráðstevnurnar og fundirnir, har umboð koma saman, eru munandi betri enn teldupostar og telefonsamrøður. 

Meira langlesnaður