Brúkaraprísir: Dýrari brennievni sæst aftur

Brúkaraprísir: Dýrari brennievni sæst aftur

2017-07-18 13:03 Author image
Leif Láadal

Annan ársfjórðing í ár vóru brúkaraprísirnir 1,3 prosent hægri enn sama ársfjórðing í fjør. Tað upplýsir Hagstovan. Hetta er nakað meira enn fyrsta ársfjórðing, tá árligi prísvøksturin var 1,2 prosent. Hetta er eisini mesti árligi prísvøkstur síðan fjórða ársfjórðing í 2012.
Seinasta árið eru prísirnir uppfarnir í øllum høvuðsbólkum uttan í bólkunum klædnavørur og fótbúnaður, innbúgv, húsbúnaður o.l. og ymiskar vørur og tænastur. Prísirnir á brennievni eru hækkaðir mest og hava eisini mestu ávirkanina á brúkaraprístalið samanlagt. Brennioljan til húsarhald er farin 19,2 prosent upp. Harafturímóti er ravmagn lækkað 3,1 prosent. Samanlagt eru býlisútreiðslurnar dýrkaðar 4,3 prosent seinasta árið.


Kelda: hagstova.fo

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður