Brúk fyri eini meira skipaðari tilgongd

Brúk fyri eini meira skipaðari tilgongd

2017-12-22 10:21 Author image
Georg L. Petersen

Tá Starvsmannafelagið herfyri fekk sín sáttmála við landið upp á pláss, var lønarstøðið líkasum lagt – trúðu tey flestu. Men so komu sterku sjúkrarøktarfrøðingarnir og bankaðu tað almenna so ruddiliga upp á pláss, og fingu eina lønarhækking, sum munaði.

Hóast støðan á sjúkrahúsunum og øðrum stovnum gjørdist hættislig, tá sjúkrarøktarfrøðingarnri fóru í verkfall, so var ongantíð talan um, at Løgtingið skuldi blanda seg. Hesa vikuna hevur støðan verið ein onnur, nú námsfrøðingarnir hava hert síni tiltøk. Talan var um, at Løgtingið skuldu leggja uppí, men undirtøka fekst ikki fyri tí í tinginum. Vit kunnu spyrja, hví nakrir samgongupolitikarar vóru so bráðir hesaferð og ikki, tá sjúkrahúsverkið varð hótt.

At ein skriða fór at leypa, tá avtala varð gjørd við sjúkrarøktarfrøðingarnar, burdi landsstýrið vitað av. Námsfrøðingarnir eru bara teir fyrstu, men so koma samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum, og tá verður sama skilið.

Tað er líkasum, at óformella semjan millum arbeiðsgevarar og feløg um, at fyrsta felagið leggur lønarlagið, var alt ov viðbrekin. So skjótt feløgini sóu, at arbeiðagevararnir tóku hetta fyri givið, so skrædnaði.

Brúk er fyri meira skipaðum viðurskiftum. Í Danmark er í hesum døgum eisini ein ósemja á veg, men hon er við eina samlaða rørslu av alment settum, sum skulu fáa nøkur grundleggjandi viðurskifti upp á pláss, áðrenn tey hvør í sínum lag fara at samráðast um annað – eitt av hesum grundleggjandi viðurskiftum er lønin. Eisini har eru bólkar, sum halda seg hava fingið ov lítið, men yvirorðnað er tilgongdin nógv meira skipað enn hjá okkum.

Bólturin liggur í stóran mun hjá fakfeløgunum at fara í eitt breiðari samstarv, og geva tí almenna og privata eitt sterkari og meira skipað mótspæl, til gagns fyri báðar partar. Sum útlitini eru í løtuni kunnu vit vænta støðugt órógv og óvissu í 2018, tá tey privatu skulu fara undir sínar samráðingar. Tey hava longu boðað frá, at tey góðtaka ikki almenna karmin, sum tey flestu trúðu varð lagdur, tá Starvsmannafelagið fekk sín sáttmála. Tað felagið megnaði ikki at vinna sínum limum nakað serligt lønarliga og varð trumlað niður eftir stuttari tíð. Úrslitið varð, at sjúkrarøktarfrøðingarnir settu føtur í spenni og so skramblaði tað heila.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður