Brexit: Meir enn ein millión vil hava nýggja fólkaatkvøðu

2016-06-25 13:35 Author image
Simona Midjord

Á fólkaatkvøðuni hósdagin um framtíðina hjá Bretlandi í Evropa valdu 52 prosent av teimum, sum fóru á val, at Bretland skuldi fara úr ES, og 48 prosent vildu, at Bretland skuldi vera verandi í Evropeiska Samveldinum.

Úrslitið kom dátt við hjá nógvum í Bretlandi, og nú hevur meir enn ein millión fólk undirskrivað eina áheitan á internetinum, har heitt verður á bretska tjóðartingið um at skipa fyri eini nýggjari fólkaatkvøðu um sama spurning.

Hetta skal gerast við at seta eina lóg í gildi, sum sigur, at allar fólkaatkvøður um ES-spurningar, har meirilutin er lutfalsliga tepur, skulu føra til eina nýggja fólkaatkvøðu.

Orðarætt sigur áheitanin: ”Vit undirritaðu heita á stjórnina um at seta eina lóg í gildi um, at atkvøðumeirilutin hjá Remain ella Leave er minni enn 60 prosent, grundað á eina vallutøku á minni enn 75 prosent, skal ein nýggj fólkaatkvøða verða.”

Vallutøkan á fólkaatkvøðuni hósdagin var 72 prosent.

Leygarmorgunin fór talið av undirskriftum upp um milliónina, og flestu undirskriftir komu úr London, Brighton, Oxford, Cambridge og Manchester. Hetta samsvarar eisini væl við, hvar undirtøkan fyri ”Remain-leguni” var størst á fólkaatkvøðuni hósdagin.

Tað er tó ikki vist, at ein sovorðin lóg yvirhøvur kann setast í gildi nú og so hava afturvirkandi kraft. Summi av teimum, sum hava skrivað undir, hava eisini uppfatað tað soleiðis, at ein sovorðin lóg longu er í gildi, men so er ikki.

Ein av forsprákarunum fyri at fara úr ES er Nigel Farage, leiðari í UKIP-flokkinum. Tá flestu veljarakanningar í mai mánaði bendu á, at Remain fór at fáa meiriluta, segði hann soleiðis við blaðið The Mirror: ”Um fólkaatkvøðan endar 52-48, hevði tað í stóran mun verið talan um 'unfinished business'. Um Remain hinvegin vinnur við tveimum triðingum móti einum, er tað avgjørt.”

Hetta nevndi hann einki um, tá hann fríggjadagin, dagin eftir fólkaatkvøðuna, tosaði um ”Independence Day” hjá Bretlandi.

Kelda: The Independent

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður