Heimatíðindi

Brexit kann geva okkum møguleikar

2016-06-10 09:14 Author image
Dimma

Áki Johansen er sendiharri í London og hevur ábyrgd at røkja føroysk áhugamál í London.

- Um tað verður so, at bretar taka seg úr ES, so mugu vit fara at samráðast um ein handilssáttmála. So er tað, hvar í køini vit fara at standa, sigur Áki Johansen.

Hann vil tó ikki siga, um tað er betri fyri Føroyar, um bretar fara úr ES, men tað broytir okkara støðu sum fiskivinnutjóð.

- Í sambandi við fiskivinnusamráðingar fáa vit knappliga ein aktør á banan, sum ikki er ES, sigur Áki Johansen, sendimaður í London.

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, fylgir sera spentur við valinum í Bretlandi, sum nú bara verður kallað Brexit.

Skuldi Bretland farið úr ES, eru Føroyar til reiðar at samstarva av nýggjum við grannan sunnanfyri.

- Bretland verður ein partur av strandalandasamráðingunum og tí, sum knýtir seg at tí, og so verður ES ein minni marknaður, sigur Poul Michelsen.

Landsstýrismaðurin væntar, at Føroyar verða minst líka spennandi fyri Bretland uttan fyri ES:

- Vit koma at vera ein nógv meira áhugaverdur samstarvsfelagi fyri Ongland sum fiskivinnutjóð, um vit ikki skulu umseta okkara avtalur umvegis ES.

- Tað verður eitt býti, har vit veruliga, altso samráðingarlondini, fara at hava eitt tætt samstarv við Bretland. Og tær avtalur, vit hava við ES, giti eg saktans, at vit kunnu fáa at virka, um Ongland fer úr, sigur Poul Michelsen.

Les nógv meira um bretsku fólkaatkvøðuna í nýggjastu Dimmalætting, sum kemur út í dag.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður