Heimatíðindi

Bretskir miðlar vísa hvussu springarar ”slátrast av læandi føroyskum fiskimonnum”

Bretskir miðlar vísa hvussu springarar ”slátrast av læandi føroyskum fiskimonnum”

(Mynd: Sea Shepherd)

2018-09-12 09:30 Author image
Ingi Samuelsen

Hóast serlóg er gjørd fyri at forða fólkið, ið arbeiðir fyri Sea Shepherd, at virka í Føroyum, so er fregnartænastan hjá umhvørvisfelagsskapinum hjá Paul Watson framvegis væl umboðað her.

Tað sæst í tí tilfari, sum Sea Shepherd sendir út á egnar síðir og – serliga – út til miðlarnar, tá grindadráp er í Føroyum.

Í gjár vóru um 200 springarar hildnir til í Streymnesi, og longu í dag eru bretsk bløð á tremur við blóðugum myndum, sum – líka mikið hvat ein heldur um grinda- og springaradráp – mugu metast at vera alt annað enn gagnligar fyri Føroyar.

Sea Shepherd fóðrar miðlarnar við blóðreyða tilfarinum, og tað eru fleiri nógv lisnir miðlar, ið svølgja slíkum rátt.

Yvirskriftin hjá Daily Mail ljóðar soleiðis: The river of blood: Water turns bright red as white sided dolphins are slaughtered by laughing fishermen in the Faroe Islands. (Blóðáin: Sjógvurin gerst bjart reyður meðan skjórutir springarar slátrast av læandi fiskimonnum í Føroyum).

Yvirskriftin hjá The Sun ljóðar soleiðis: Horrifying moment dolphins are slaughtered by laughing fishermen in the Faroe Islands (Ræðandi løta – springarar slátrast av læandi fiskimonnum í Føroyum)

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður