Uttanlands

Bretland: Forboð móti kynmismuni í lýsingum

(Myndir:Shutterstock)

(Myndir:Shutterstock)

2019-06-15 11:03 Author image
Hergeir Staksberg

Í gjár samtykti bretska stjórnin eitt lýsingarbann. Bannið fevnir um lýsingar, sum niðra ella generalisera kynini  

Sambært BBC er endamálið við lógini ein økt javnstøða. Hetta merkir helst, at lýsingar við kvinnum sum ikki duga at koyra bil er ein farin tíð í Bretlandi. Somuleiðis fara bretar helst ikki at leggja eygu til lýsingar, har mannfólk ikki finna útav at gera reint.

[object Object](mannfólk duga eisini at skifta blæður. Við ella uttan klemmu á nøsini)

Tá tað er sagt, so er bannið ikki so svart hvítt heldur. Tað eru ikki allar stereotypur sum verða bannaðar, tí bannið fevnir einans um lýsingar, sum kunnu skaða ella særa folk.

Satiriskar lýsingar fara framvegis at verða loyvdar. Og tað sama er galdandi fyri meir ósekar lýsingar, har kvinnur shoppa og menn seta ymiskt í stand.

Tað verður spennandi at fylgja við, hvussu samspælið millum satiru og ikki at særa nakran fer at virka í praksis.

[object Object](konufólk duga eisini at sita í førarasetrinum)

Lýsingareftirlitið ASA hevur nøkur dømi, nær ein lýsing er farin ov langt.

- Ein lýsing við einum manni, sum hevur beinini á borðinum og børnini órudda, meðan eitt konufólk hevur ábyrgdina fyri at rudda upp

- Lýsingar sum visa á, at mann- ella konufólk ikki megna eina uppgávu grundað á kyn. Tildømis eitt mannfólk, sum ikki dugir at skifta blæu ella ein konufólk, sum ikki megnar at parkera ein bil

- Lýsingar sum visa eina generaliserandi mynd av dreingjabørnum sum djørv og gentubørn sum umsorganarfull

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður