Borgarin skal prýða býin

2016-06-30 12:45 Author image
Jákup Højgaard

Í summar verður forvitnisligt borgaratiltak í Perluni. Verkælanin ‘Ein livandi mentanararvur’ hevur við tí fyri eyga at fáa borgarar í Havn at seta sín dám á býin. 

  

Tað er arbeiðsbólkurin ByggTAÐ, sum arbeiðir við borgaraluttøku og býarmennandi verkætlanum, ið stendur aftan fyri verkætlanina. Bólkurin er mannaður av av trimum útisetum - Maritu Svartá, Sissal Fosaa, Hans Óla Højgaard.

Hetta er onnur verkælanin, sum ByggTAÐ skipar fyri í miðbýnum, fyrra verkætlanin ‘Komið og litið býin ríkan’ varð í august í fjør, tá bólkurin bjóðaði borgarum at prýða eitt listarverk, sum var bygt til endamálið.

  

‘Ein livandi mentanararvur’ fer at taka støði í serføroyskum mentanarlutum, sum árabátum, ullpløggum og líknandi, har lutakarin fær høvi at nýhugsa, endurnýta og seta í verk hvussu lutirnir kunnu gerast ein partur av miðbýnum í Havn.

Verkætlanin arbeiðir fyr at skapa betri viðuskifti millum bý og borgarar í Føroyum og saman við borgarunum at vísa á og ávirka, hvussu býurin kann síggja út og nýtast.

Enn liggur tað opið, hvussu endaliga úrslitið fer at síggja út, men sambært fyriskiparunum er møguleiki fyri klintrilandi úr seyðahornum, hoppilandi úr boyum ella okkurt heilt triðja. 

Møguleiki er at taka lut í verkætlanini við at annahvørt verða við í verkstovuni í Perluni, lata ráð til bólkin á Facebook síðuni ella við at stuðla við lutum, ið hóska til verkætlanina. Givnir lutir kunnu latast inn á Snarskivuni.

  

Verkætlanin er eitt samstarv millum borgarar, Tórshavnar Kommunu og útvald listafólk og verður í Perluni 14 - 20 august.

  

Meira um verkætlanina sæst her 

   

  

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður