Heimatíðindi

Bókaummæli: Tú kennir teg aftur í tekstinum

2016-09-24 19:20 Author image
Jógvan Samuelsen

Sjálvt um vit vita betur, hava vit ofta lyndi til at halda, at Føroyar og føroyingar eru nakað heilt serligt.

Tó eru tað støður, har vit av røttum kunnu siga, at av tí at okkara samfelag er so lítið – og kanska eisini í mangar mátar viðbreki – so eru vit eitt sindur øðrvísi enn onnur.

Eitt av teimum tilfeldunum verður lýst í nýggju bókini hjá Helga Rasmussen, sálarfrøðingi, ”Finn teg í organisasjónini”. Bókin lýsir hvussu sosialar skipanir og organisasjónir virka, og har kunnu vit av røttum siga, at organisasjónir í smáum londum eru øðrvísi enn organisasjónir í størri londum.

Tí skal farast við teimum á ein annan hátt enn gjørt verður í teimum stóru londunum.

Akkurát tað ger, at nýggja bókin, tann fyrsta sálarfrøðiliga bókin av sínum slag á føroyskum, kann koma sera væl við hjá mongum.


Alt er so øgiliga nær
Eitt arbeiðspláss í einum lítlum landi er rættiliga nógv øðrvísi enn eitt arbeiðspláss í einum stórum landi.

Man kann við ávísum rætti siga, at eitt arbeiðspláss í Havn og kanska eisini í Klaksvík er øðrvísi enn eitt arbeiðspláss í einari av bygdunum kring landið, men sannleikin er tó, at so at siga øll føroysk arbeiðspláss hava tann sama trupulleikan.
Nevniliga, at vit kenna hvønn annan.

Tað hevur við sær, at gerandisdagurin í allar mátar verður øðrvísi, tí har eru onnur atlit at taka enn tey fakligu.

Tað er ein avbjóðing, sum øll, sum eru partur í einari slíkari organisasjón, vera rakt av. Ikki so nógv, tá alt bara gongur sum tað skal, men hvussu gert tú, um – ella tá – tú fært trupulleikar. Kanst tú tá isolera arbeiðið frá øllum øðrum?

Ella mást tú eisini hugsa um, at tað tú gert, kann hava avleiðingar fyri næsta venjingartíma ella næsta føðingardag? 

Føroyski vinkulin
Hesar spurningar viðger nýggja bókin hjá Helga Rasmussen.

Kanska ikki beinleiðis, men hon lýsir tær avbjóðingarnar, sum ein organisasjón hevur við føroyskum dømum.

Í nógvar mátar var tað sera áhugavert at sleppa at lesa eina slíka bók á føroyskum.

Sjálvur havi eg upplivað, tá eg havi lisið útlendskt tilfar av hesum slagnum, at teir møguleikar, sum vera nevndir, kunnu ikki ordiliga brúkast í Føroyum, júst tí okkara samfelag er so lítið. Av somu orsøk eru – flestu – organisasjónir eisini so smáar, at tað ber ikki til bara at fara buldrandi ígjøgnum við hørðum loysnum.

Ger man tað, kann tað hava ógvusligar persónligar avleiðingar, sum røkka langt út yvir arbeiðsplássið, og tað kann vera dýrur kostnaður at gjalda.

Góður inngangsvinkul
Bókin ”Finn teg í organisasjónini” er góð at lesa hjá fólki, sum longu eru partur av einari organisasjón. Ikki bara hjá leiðsluni, men eisini hjá øðrum. Tí við henni kunnu tey gera sær eina mynd av, hví gerandisdagurin hjá akkurát teirra organisasjón er skrúvaður saman, júst sum hann er.

Umframt tað kann bókin eisini vera eitt frálíkt útgangspunkt hjá nýggjum aktørum, sum eru á veg inn á føroyska arbeiðsmarknaðin. Serliga tey, sum ganga í skúla við tí fyri eyga at fara út á føroyska arbeiðsmarknaðin.

Við hesi bókini hava tey eitt amboð, sum kann lýsa fyri teimum, hvat tað er tey koma út til, og hvørjum avbjóðingum tey kunnu møta. Á føroyskum – og um føroysk viðurskifti, men við góðum tilvísingar til teir fakpersónar og teoretikarar, sum hava gjørt Helga Rasmussen til tann sálarfrøðing, sum hann er í dag.

Í heila tikið er talan um eina rættiliga áhugaverda bók, bæði tí hon er føroysk – á føroyskum – og tí hon er bæði væl skrivað og uppsett.

Tað er sum sagt Helgi Rasmussen, sálarfrøðingur, sum hevur skrivað bókina, og hann hevur skrivað ein stóran part av henni á donskum. Tann partin hevur Edvard Olsen umsett til eitt øgiliga lætt og gott føroyskt mál. Tað er Sprotin, sum gevur út, og forlagið hevur eisini staðið fyri umbróting og prentumsiting. Martin Joensen hevur gjørt permumyndina.

Bókin er góðar 200 síður. 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður