Bók um tey 60 árini hjá Føroya Handverkarafelag

Bók um tey 60 árini hjá Føroya Handverkarafelag

2017-12-05 15:59 Author image
Innsent
Føroya Handverkarafelag fyllir 60 ár í ár, og í tí sambandi er komin út bók um søguna hjá felagnum.
Í bókini Stríð leikar á, Føroya Handverkarafelag 60 ár, sum Erhard Jacobsen hevur skrivað, verður greitt frá søgu felagsins, frá tí felagið varð stovnað 24. februar 1957 og líka fram til dagin í dag.
 
Føroya Handverkarafelag hevði sum endamál at savna øll handverkarafeløg í landinum í eitt meginfelag fyri á tann hátt at gagna áhugamálunum hjá limafeløgunum og limunum. Fyrstu árini royndi meginfelagið at savna tey feløgini, sum tá vóru, og at stovna handverkarafeløg í teimum bygdunum, har eingi handverkarafeløg vóru. Tað næsta var at fáa gjørt egnar sáttmálar fyri handverkið og at samráðast um sáttmálar við Føroya Handverksmeistarafelag og seinni við landsstýrið og kommunurnar.
 
Yrkisfeløgini hjá handverkarum og meistarum hava altíð lagt stóran dent á at hava ávirkan á útbúgvingina av handverkarum, og í 1980’unum og 1990’unum stríddust yrkisfeløgini við lands- og skúlamyndugleikarnar at royna at varðveita ávirkanina á lærlingaútbúgvingarnar. Hetta stríð endaði við nýggju lógini um yrkisútbúgvingar, sum kom í 1998. 
 
Føroya Handverkarafelag hevur verið virkið í uppgongutíðum, sum teimum í 1980’unum, men eisini í niðurgangstíðum, sum eitt nú vóru kreppuárini fyrst í 1990’unum og aftur fyrst í nýggju øldini.
Søgan hjá Føroya Handverkarafelag er hendingarík, og onkrar rokaligar hendingar hava verið í søgu felagsins. Í 1997 tók seg upp ósemja millum limafeløgini í Føroya Handverkarafelag, sum endaði við, at trý limafeløg tóku seg úr meginfelagnum og stovnaðu sítt egna meginfelag. Og seinni fór eitt limafelag aftrat úr gamla meginfelagnum. Føroya Handverkarafelag, sum nú ikki umboðar øll handverkarafeløgini, er tó framvegis eitt virkið fakfelag.

Bókin, sum er 332 síður við myndum, er ikki bara ein lýsing av søgu Føroya Handverkarafelags, men gevur eisini gott innlit í fakfelagsarbeiði bæði fyrr og nú.
Stríð leikar á fæst í bókabúðunum og kostar 298 kr.
placeholder

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Terji murrar við til lívsins ró

Terji murrar við til lívsins ró

– Eg helt ikki, at eg dugdi nakað ávíst serliga væl, og tí valdi eg bara tað stuttligasta av teimum lutum, sum eg ikki dugdi...

Author image Leif Láadal

Meira langlesnaður