Bók, ið snýr seg um ruðuleikan í Hvíta Húsinum, kemur út í næstum

Steve Bannon, fyrrverandi samskiftisráðgevin hjá Donald Trump. Mynd: Epa.eu

Bók, ið snýr seg um ruðuleikan í Hvíta Húsinum, kemur út í næstum

2018-01-04 10:33 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Fyrisitingin hjá Donald Trump, forsetanum í USA, er í trupulleikum. Í næstu viku kemur ein bók út, ið kallast "Fire and Fury" - eldur og øði. Bókin er skrivað av blaðmanninum, Michael Wolff, ið hevur havt serliga atgongd til tann heilt innasta ringin av starvsfólkum og ráðgevum hjá Donald Trump.

Bókin hevur longu vakt øði í forsetan og fingið hann at hótta fyrrverandi samskiftisráðgeva sín, Steve Bannon, við einum sakarmáli. Bókin avdúkar nevniliga fleiri stór álvarsmál, ið eru farin fram innast í Hvíta Húsinum. Serliga er tað áðurnevndi Steve Bannon, ið eftir sigandi skal hava kallað sonin og versonin hjá Donald Trump fyri landasvíkjarar og ópatriotiskir, fyri at hava fundast við umboðsmenn úr Kreml. 
Harafturat skal Bannon eisini hava sagt dóttir Donald Trump, Ivanku Trump, vera eins býtta sum ein múrsteinur.

Umframt hvat Bannon hevur at siga um børnini og familjuna hjá Trump, so avdúkar bókin eisini at har er lítið skil í fyrisitingini hjá forsetanum. Nógv innanhýsis stríð millum starvsfólkini og ráðgevar sum vísa illvilja móti forsetanum.



Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður