Heimatíðindi

Blunkandi ávaringarlampur hóast gott úrslit

Blunkandi ávaringarlampur hóast gott úrslit

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2018-07-02 11:05 Author image
Ingi Samuelsen

Hóast Sosialurin hevði eitt gott ár í fjør við yvir 800.000 krónum í avlopi á roknskapinum, so hava grannskoðararnir framvegis fingurin á lofti yvir fyri virkseminum, sum fer fram í Miðlahúsinum í Vágsbotni.

Orsøkin er fíggjarstøðan í móðurfelagnum, sum eitur Pf. Miðlafelagið. Sambært roknskapinum hjá Spf. Sosialinum, hevur felagið eina millumrokning hjá atknýttum feløgum á 12,2 milliónir krónur.

”Framtíðin hjá felagnum er treytað av, at raksturin framhaldandi gevur yvirskot, og at gjaldførið felagsins verður nøktandi. Við roknskaparlog er gjaldførið ikki nøktandi, og tí eru týðandi óvussur um felagsins evni til at halda fram við sínum virksemi. Fyritreytin fyri, at felagið kann halda áfram við virksemi sínum er, at raksturin framyvir fer at vísa nøktandi úrslit, og at lánveitari hjá felagnum er sinnaður at fíggja virksemi felagsins. Lánveitari hevur givið til kennar, at hann er sinnaður til framhaldandi at fíggja virksemi felagsins undir ávísum treytum, sum felagið verður at lúka. Ársroknskapurin er tískil settur upp við framhaldandi rakstrifyri eyga”. Soleiðis skriva grannskoðararnir í sokallaðu ”ongoing concern”-viðmerkingini í roknskapinum hjá Sosialinum.

Roknskapurin hjá Sosialinum sjálvum sær annars heilsugóður út. Við einum bruttovinningi á 11 milliónir og 10,2 milliónum í starvsfólkaútreiðslum, var úrslitið í 2017 821.000 krónur, tá avskrivingar, fíggjarligar útreiðslur og skattur eru trektar frá.

Eginpeningurin í felagnum er 6,5 milliónir krónur, men har er eisini ein skuld á góðar 8 milliónir.

Tað er Pf. Miðlafelagið, sum eigur Sosialin, og í hesum felag stendur ikki so væl til. hóast góða úrslitið hjá dótturfelagnum gav eitt roknskaparligt avlop á 519.000 krónur.

Eginpeningurin er negativur við 1,9 milliónum krónum, og hetta fær grannskoðararnar. Soleiðis stendur at lesa í ”ongoing concern”-viðmerkingini: ”Fyritreytin, fyri at felagið kann halda halda áfram við virksemi sínum, er at raksturin framyvir fer at vísa nøktandi úrslit, og at dótturfelagið er sinnað at fíggja virksemið undir ávísum treytum”.

Leiðslan upplýsir í ársfrágreiðingini, at ”... at Spf. Sosialurin hevur játtað felagnum fígging eitt ár fram”.

Miðlafelagið er, sum sagt móðurfelag í samtakinum. Eigarar av Pf. Miðlafelagnum eru tvey smápartafeløg hjá Eiriki Lindenskov og Jonhardi Hammer, Spf. Barbara og Spf. Faroe Service, hvørs roknskapir ikki eru tøkir enn.

Jonhard Hammer er stjóri í Miðlafelagnum og situr eisini í nevndini saman við Eyðfinni Jacobsen, advokati, og Eiriki Lindenskov, sum er nevndarformaður.

Jonhard Hammer er eisini sum stjóri í Spf. Sosialinum, har Eyðfinnur Jacobsen er nevndarformaður. Nevndarlimirnir eru Eirikur Lindenskov, Jonhard Hammer, Jóhanna D. Vang og danin Ole Sloth Rasmussen, fyrisitingarligur blaðstjóri á EkstraBladet.

Endamálið hjá Spf. Sosialinum er at ”... reka miðlavirksemi í breiðastu merking...”, meðan endamálið hjá Pf. Miðlafelagnum er at ”... eiga og røkja ognarpartar í atknýttum feløgum...”.

Kelda: Vinnuvitan.biz

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður