Heimatíðindi

Blái Krossur fekk 630.000 krónur

2016-06-14 20:59 Author image
Dimma

Tvær verkætlanir fáa ágóðan av landsinnsavnini hjá Bláa Krossi. Verkætlanirnar "Øll hava rætt til góð barnaár" og "Hjálp til børn og ung í Grønlandi" skulu býta tær 630.000 krónurnar sínámillum.

Næstan 400 fólk bóru bússurnar um landið. Blái krossur takkar teimum hjartaliga, eins og øllum teimum, sum hava latið pengar.

”Øll hava rætt til góð barnaár” er fyribyrgjandi verkætlan, har Blái Krossu bjóðar børnum og ungum í Føroyum, ið hava foreldur við rústrupulleikum, í bólk saman við øðrum í líknandi støðu.

”Hjálp til børn og ung í Grønlandi” er ein verkætlan at hjálpa børnum, ið vaksa upp í familjum við rústrupulleikum. Samstarvað verður við Bláa Kross í Grønlandi og Bláa Kross í Danmark um verkætlanina.

Meira kann lesast um verkætlanirnar á heimasíðuni hjá Bláa krossi.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður