Bjarni Hammer: Vit hava lurtað eftir andstøðuni

2016-08-17 11:43 Author image
Dimma

Tað tykist sum ein vón hóast alt er fyri at finna eina semju um eina komandi fiskivinnunýskipan.

Bjarni Hammer, formaður í Vinnunevndini, hevur í øllum førum megnað at fingið semju í vinnunevndini um fiskidagarnar komandi ár. Tað vil siga, at Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin atkvøða fyri broytta uppskotinum til fiskidagarnar komandi ár.

Semjan byggir á, at niðurskurðurin verður skorin niður í helvt, úr 30 prosentum niður í 15 prosent, og fyrilit verður tikið fyri førum, sum ikki hava roynt so nógv á Føroyagrunninum.  Semjan er fingin í lag, við tað at andstøðan hevur fingið ávirkan á fiskidagarnar.

Við tað, at ongar framtíðar bindingar liggja í semjuni mæla Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

- Undir viðgerðini av fiskidøgum fyri 2016/17 hava Sambandsflokkurin, Nýtt Sjálvstýri og Miðflokkurin mælt til at taka skipanina við tillutan av eyka døgum – buffara – úr uppskotinum hjá samgonguni. Flokkarnir hava eisini mælt til at gera breiða semju um avmarkaðan niðurskurð fyri allar skipabólkar í fiskidøgum. Men hesar royndir hava tíverri ikki borið á mál, siga nevndarlimirnir hjá andstøðuni í vinnunevndini, sum eru Bjørn Kalsø, Bill Justinussen og  Kári P. Højgaard.

Fólkaflokkurin kann hinvegin ikki góðtaka buffaran - ella bluffaran, sum teir nevna tað - og millum annað tí vilja tey ikki atkvøða fyri broytingini. Fólkaflokkurin kallar tað, sum restin av andstøðuni hevur gjørt, fyri eina dáragerð.

Hvussu er og ikki. Ítøkiliga semjan millum allar flokkar - uttan Fólkaflokkin - ljóðar soleiðis:

-  Minkingin í fiskidagatalinum hjá bólki 3 og 4 verður sett til 15%, og tillagingarpuljan til 7,5% av samlaða dagatalinum í bólkinum. Fyri bólk 5 verður minkingin sett til 10%.
-  Hartil verður eitt uppískoyti gjørt í skipanini við atliti til tey før, ið hava roynt á fjarleiðum og tískil ikki hava troytt so nógvar fiskidagar á Føroyagrunninum. Í atgongdini til eyka fiskidagar, ið er grundað á brúktar fiskidagar í verandi fiskiári, verða dagarnir, sum førini hava roynt á fjarleiðum roknað uppí brúkta talið í lutfallinum 3:1.

Samgongan hevur sum greiðan politikk at fáa endurreist botnfiskastovnarnar í føroyskum sjóøki og at skipa fiskiskapin í einari umsitingarætlan. Hetta fyri at tryggja grundarlagið undir heimaflotanum. Útlutingin av fiskidøgum fiskiárið 2016/2017 er fyrsta stigið í hesi umsitingarætlan.

- Samgonguflokkarnir fegnast um, at breið semja er gjørd og hava tískil eisini slakað nógv í mun til upprunauppskotið. Vónandi kann grundarlag leggjast undir breiðum semjum um fiskivinnunýskipan frameftir, siga samgonguumboðini í vinnunevndini, sum eru Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen, Hanna Jensen og Ingolf S. Olsen í semjuni.

DAGFØRING kl. 13.00: Løgtingið samtykti sostatt við stórum meiriluta fiskidagarnar fyri komandi fiskiár.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður