Bjarni Hammer umhugsaði at stinga av landinum

Mynd: L. Láadal

Bjarni Hammer umhugsaði at stinga av landinum

2018-03-16 09:34 Author image
Leif Láadal

Bjarni Hammer veit, at hann hevur sagt ov nógv í telefonsamrøðunum við ungu kvinnuna tá hon júkaði hann um at skaffa sær hassj, men hann tvíheldur um, at hann ongantíð hevði ætlanir um at útvega henni og eini vinkonu nakað. Hann heldur eisini, at samrøðurnar høvdu hildið uppat, um tað ikki var so, at ein miðil var komin upp í leikin og at pressið tískil gjørdist upp aftur størri.

– Nú vit (sakførarin Jógvan Páll Lassen og Bjarni Hammer, blaðm.) hava fingið vissu fyri, at ætlanin var at lokka meg í eina fellu, dugi eg væl at síggja, at samskiftið bleiv nógv meira enn tað annars vildi havt verið. Onkur hevur havt stóran áhuga í at hildið lív í, og av øllum alvi roynt at fingið meg at gjørt eitt lógarbrot. Tað hevði eg ongar ætlanir um, og eg burdi ongantíð havt tikið telefonina ella tosað teimum eitt sindur eftir munninum. Tað var mín feilur, men eg haldi fast um, at eg ongantíð nevndi orðið hassj, og at eg ongantíð tók stig til at fáa nakað hassj til vega, sigur Bjarni Hammer.

– Tá hetta kom fram, hevði eg mestan hug stinga í sekkin og rýma av landinum, men tað liggur ikki ordiliga til mín at geva upp. Eg má bara læra av hesum og so stríðast víðari, leggur hann afturat.

Hetta er brot úr longri samrøðu við Bjarna Hammer, sum er í Dimmalætting hesaferð. Blaðið kann keypast í handlunum kring landið, og Dimma+ haldarar kunnu lesa greinina HER

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður