Hvaðani kemur samleikin og hvar býr tvíningurin?

2016-05-26 12:17 Author image
Simona Midjord

- Tað er næstan ov komplekst at svara í orðum, tað tú spyr meg um. Tú spyr nærum ov beinleiðis. Tað er sum um spurningurin roynir at sleppa undan frágreiðingini. Men eg havi hugsað um hann. Tí hann er ein partur av framsýningini, ið snýr seg um júst hetta evnið, tú hevur valt til greinina. Um samleika og kensluna av at vera í tvíningum.

Soleiðis byrja eg og Bjarne Werner Sørensen, hálvur føroyingur, hálvur dani, fyri ein part uppvaksin í miðeystri, fyri ein part í Danmark, fyri ein part í Føroyum, gingið í amerikanskum barnagarði, ferðast millum annað í fjareystri, vitjað Skúvoynna, Hest og familjuhúsið í Froðba, sum familjan framvegis eigur, óteljandi ferðir, listamaður, pápi, nevndarlimur, konsulentur og so nógv meir enn tað, samrøðu okkara annan hvítusunnudag í sambandi við, at listaframsýning hansara, Tíðarrúm, ið umfatar málningar, grafikk og fotomyndir, lat upp 15. mai á Skipasmiðjuni MEST í Havn. Framsýningarhølið minnir einamest um loftini, ein sær úr New York. Rátt, industrielt, modernað. Hóskandi til listina hjá mongum listafólki, og listina hjá Bjarna, ið hongur so flott og vøkur í stóru hølunum á hvítmálaðum veggi, við gráum gólvi sum undirlagi.

 

Føroyingur í stórbýarhami

Bjarne hevur eina serføroyska medferð og eitt serføroyskt brá yvir sær, hóast hann ikki kann sleppa undan at vera avdúkaður sum stórbýarmaður. Skjúrtan og buksurnar avdúka hann. Bjarne er ein av limunum í Heystframsýningarbólkinum og hann hevur verið við í Heystframsýningunum frá tí tær byrjaðu í 2005. Í tíðindaskrivi í sambandi við framsýningina verður millum annað skrivað, at seinasta einkaframsýning hansara í Føroyum var í Gallarí Steinprent í 2012. Í 2006 framsýndi hann saman við Tóroddi Poulsen í Norðurlandahúsinum. Harumframt hevur Bjarne verið sera virkin á føroyska myndlistapallinum í 80’unum og 90’unum. Hann hevði tvær einkaframsýningar, og skipaði eisini fyri tveimum stórum framsýningum við týskum og donskum listafólki í Listasavni Føroya í teimum árunum.

Í kataloginum til framsýningina greiður Bjarne soleiðis frá sambandinum til Føroyar: Mamma er fødd og uppvaksin í Froðba og flutti eftir kríggið til Danmarkar, har hon hitti pápa, sum júst var útbúgvin verkfrøðingur. Tey bæði ferðaðust síðani kring heimin í sambandi við starvssetanir, fyrst í Føroyum, síðan í Sýria og Libanon. Seinni yvirtók familjan barndómsheimið hjá mammu í Froðba, sum Bjarne í dag eigur lut í og vitjar ofta.

Bjarne hevur gjøgnum uppvøksturin og eisini sum ungur og vaksin maður ferðast fram og aftur millum Føroyar og Danmark óteljandi ferðir. Tað tykist fyri hann, at henda rørslan hevur skapað eitt slag av grundleggjandi tvístøðu ella dualiteti í hansara tilverufatan, ið eisini hevur fingið týdning fyri listarliga arbeiði hansara.

 

Upprunin sum tema

Bjarne situr í køkinum á skipasmiðjuni í gomlu, brúnu stólunum, meðan tey trý hitastigini uttanfyri grulva uppi á tekjuni á saltsøluni og á vindeygunum. Hann er avslappaður í mun til, hvussu hann hevði tað til ferniseringina leygardagin. Tá hann var troyttur. Men hann er framvegis eitt sindur irriteraður um teir feilirnar, hann heldur eru við framsýningini, sigur hann mær.

– Hetta er kanska ein partur av mær, eg havi arvað frá pápa mínum. Pápi var verkfrøðingur og sera nærlagdur í og við øllum, hann arbeiddi við. Hann flennir eitt sindur umberandi. Bjarne er ein maður við einum beini í tveimum ymiskum mentanum og londum, kundi mann sagt. Men mann kundi eisini sagt at hann er viðurkendur listamaður, ið hevur møguleika til at ferðast aftur og fram millum kend og trygg lond við listini og hjartanum, sálini og áhuganum. At hann er maður við møguleika at hava tveir samleikar, um hetta yvirhøvur ber til. Og um hetta ber til, fara vit so í tvíningar?

- Hetta er ein spurningur, ið er viðkomandi í okkara tíð, og nógv arbeiða við hugtakinum samleiki, svarar hann mær eftir drúgva umhugsunartíð. Hann loypir ikki framav, og tað er meir avslappandi enn ørkymlandi, tá steðgirnir eru hansara.

– Vit síggja hetta nógv í listini, at menniskju, ið hava ymiskar upprunar, bakgrundir, arbeiða við hesum tema. Til dømis hevði eg eina vinkonu, Pia Arke, ið var hálvur grønlendingur og hálvur dani, ið vaks upp í Grønlandi í einum danskttalandi skúla og heimi. Pia gjørdi evnið til høvuðstema í list síni. Tá hon sýndi list sína uttan fyri Grønland, var hon ofta eyðmerkt og sædd sum grønlendingur, og spurningurin um hjáveldi og tjóðskap tóku seg upp. Hesir spurningar blivu tískil so við og við kjarnan í hennara list, og tað er júst henda viðgerð av tí tvíningi, ein kann standa í sum hálvur okkurt og hálvur okkurt annað, hon er vorðin kend fyri. Somu eyðkenni síggja vit eisini í mun til listafólk úr øðrum pørtum av heiminum, ið hava dupultan tjóðarsamleika, um mann so kann siga. Tað, at tú hevur tveir tjóðarsamleikar, setur spurnartekn við eina rúgvu av mentanarligum viðurskiftum, so fyribrigdið gerst ein gransking av mentanarligari fenomenmenning, sigur Bjarne.

- Eg haldi eg eri ov nógv í tvíningum til at vera førur fyri at svara.

 

Frítíðarbarn í Føroyum

- Eg meistri ikki føroyskt. Eg skilji málið, men tosi tað ikki flótandi, greiður Bjarne mær frá, tá eg spyrji, hvussu hann kennir tað at vera hálvur føroyingur í Føroyum.

- Og málið broytist alla tíðina, so tað kann vera trupult at fylgja við, heldur hann fram.

- Sjálvt mamma mín, ið er fødd og uppvaksin í Føroyum, hevur trupulleikar við at skilja tað, ið sagt verður í miðlunum í dag. Um eg var her í nakrar mánaðir, so hevði eg kanska lært tað betur. Men eg royni meg, og kanska eg verði happaður eitt sindur, men tað ger onki. Tá eg royni at tosa føroyskt, eru tveir hættir, fólk reagera uppá. Hin eini hátturin er, at tey halda at tað er fantastiskt, at eg yvirhøvir royni. Hin hátturin er at byrja at rætta og at læra meg at tosa, sigur hann og flennir, og eg veit akkurát, hvat hann meinar.

- Tað, ið liggur djúpast í mun til at kenna, at ein hoyrir til, er fyri meg at hava familju í landinum, heldur hann fram.

- Eg minnist at koma til Føroyar sum barn at ferðast í summarfrítíðini. At vera eitt ”frítíðarbarn” í Føroyum. Í Froðba, í Hesti og í Skúgvi. Hóast omma og abbi vóru deyð, áðrenn eg fekk vit og skil, kendist tað trygt, at øll í bygdini, øll kring meg kendu tey, so eg kendi, at eg hoyrdi til. Men eg minnist eisini, at mammubeiggi mín kundi arga meg og kalla meg ein forkelaðan keypmannahavnarunga. Tað var fitt meint, men eg havi eisini eitt javngamalt systkinabarn í Íslandi, og eg minnist, at vit nærum kappaðust um, hvør var mest norðurlendskur, sigur Bjarne við einum smíli, og eg minnist brádliga sjálv, at tað eisini var eitt sindur soleiðis, tá vit fingu heilar danir á vitjan í Føroyum. Teir hálvu høvdu vit sum so ongar trupulleikar ella kapping við. Kanska vit øll kappast um heitini, ognarrættin og um tjóðskapin?

 

At prógva sítt virði

- Kanska skal mann prógva sítt virði, tá tú er danskari í Føroyum. Eg haldi tó ikki, at hetta er ikki ein áhaldandi spenningur, heldur nakað, ið uppstendur í ávísum støðum. Og tað hevur eisini nógv at gera við, hvussu tú hevur tað sjálvur, og hvussu tú verður ávirkaður av at standa í slíkum støðum. Hetta er jú ein áhaldandi sálarlig avbjóðing, øll menniskju standa í, øll kenna til. At standa við hvør ein er, er avbjóðingin í flestum slíkum støðum. Um tú er ósikkur upp á teg sjálvan, er lætt at verða útsettur fyri slíkum trupulleikum, og hava trupult við slíkum støðum sum heild. Sum listafólk er tú eisini aloftast í iva. Tú stendur við eini framsýning, ið stendur sum ein útsøgn, eini framsýning, ið skal vera sannførandi. Við eini framsýning, sum hevur alstóran týdning fyri teg. Tað er tí týdingarmikið, at framsýningin vísir á, at tú stendur inni fyri tí, tú ger, at tú vil nakað við framsýningini, við listini. Hetta kann sjálvsagt eisini skapa eina ósikkurheit, tí brádliga hugsar tú: Er hetta veruliga tað, tú vil? Geri eg tað rætt, ella er tað okkurt, eg havi misskilt? Tú verður í iva.

 

Fjøllini eru eygleiðararnir

- Tá eg fari til Froðbiar, út til familjuhúsið, tá er tað ikki bert eitt hús, sigur hann. – Ferðin til Froðbiar er eisini eitt loyndarmál, tí eg veit, at í hesum húsi hevur mín ætt búð í allar tíðir. Fyrr var húsið kongsgarður. Nú er tað ”bara” eitt hús, greiður hann mær frá, tá eg spyrji hann um føroyska náttúran og bygdin hevur nakra ávísa ávirkan á hansara kenslu av at vera føroyingur ella dani.

- Men tá eg standi har, er tað tíðarleyst. Kring húsið er óendaligi sjónarringurin og fjøllini, ið nærum ikki broytast. Tað er henda sjónin, hetta upprunalandslagið, ið ger seg galdandi, eisini í mun til samleikan. Sonur mín hevur autismu, og tá vit vitja frítíðarhús okkara í Svøríki, ið er umgyrt av trøum, er nærum ógjørligt at fáa hann út at ganga ein túr. Tá hann er í Føroyum, kennir hann seg drignan at fjøllunum og vil niðan á tindarnar. Mín teori er hon, at í Føroyum sær hann longri, sær klárari, og at hetta er við til at skapa eitt annað yvirlit yvir náttúruna, yvir verðina, ið fær hann at kenna seg tryggan. Í Føroyum er onki, ið stendur í vegin visuelt, og hann fer út uttan at vera biðin. Tá tú kemur til Føroya fær tú flutt teg í landslagnum á ein annan hátt. Tað er meir týðiligt og dynamiskt við hæddarmununum og skulpturellu úttrykkunum, sigur Bjarne mær, meðan hann hyggur fram fyri seg, og heldur ein av sínum longu steðgum í samrøðuni. Eg bíði í tolni.

 

Tá árar leggjast inn í Froðba

- Men tað er eisini eitt annað, ið hevur stóran týdning fyri meg persónliga, heldur hann so fram.

- Hóast pápi mín var dani, so er tað orsakað av honum og honum fyri at takka, at húsið í Froðba framvegis er í fjølskylduni. Hann hevði ein serligan tokka til Føroyar og stóran áhuga í landinum og føroysku mentanini. Tá hann bleiv álvarsliga sjúkur og visti, at hansara tíð var um at vera runnin út, bjóðaði hann allari fjølskylduni til Froðbiar, tí tað var av alstórum týdningi fyri hann at sleppa til Føroyar enn einaferð, áðrenn hann doyði. Vit vóru eini fimmogtjúgu fólk, ið fóru avstað. Hann náddi ikki at vera í Føroyum meir enn tríggjar dagar, áðrenn hann doyði í húsunum í Froðba við fantastiska útsýninum úr vindeyganum út á havið, greiður Bjarne frá.

- Tað, at pápi mín hevði hetta samband og kærleika til ein so stóran part av mínum upphavi, gav mær sjálvsagt eina serliga kenslu av landinum, og birti eisini upp undir mín áhuga og mína kenslu av at hoyra til í Føroyum. Tað var við til at menna kensluna av, at tað var náttúrligt og í lagi at hava tvey heimlond ella kanska enn fleiri. Fyri pápa var tað at koma til Føroyar tað størsta ævintýrið, sigur Bjarne og heldur síðan fram á ævintýraleiðini.

 

Loyndarfulla ljósið

- Fyri meg sum barn at koma til Føroyar var eisini eitt slag av ævintýri. Umframt at vera í Froðba var eg eisini í Hesti og í Skúgvi hjá mammusystrum mínum og ferðaðist nakrar vikur á hvørjum staði um sumrarnar. Tað var stuttligt, gátuført, annaðleiðis. Eg minnist, hvussu tað kendist at fara upp um morgunin, hyggja út, síggja, hvussu veðrið var, fyri síðan at avgera, hvat dagurin bjóðaði uppá. Um tað var at fara til fjals, út at skjóta ella at seta línu. Og so var tað eisini hoyggingin. Tá eg so kom aftur til Danmarkar eftir summarfrítíðina, hevði eg hesar upplivingarnar við sum eitt loyndarfult rúm innaní, sum bert var mítt. Eg hevði eisini eina kenslu av, at Føroyar var nógv størri enn tað var, sigur hann og flennir at barnsins hugflogi og hátti at síggja heimin á.

- At fjøllini hildu fram og vuksu seg til eitt heilt meginland, ið ongen enda fekk. Eg byrjaði at teknað ímyndaði landsløg við ímyndaðum fjøllum, sum eg skapaði út frá míni ímynd og mínum myndum úr Føroyum. Eg málaði og teknaði sum ein óður eftir at hava sæð myndir eftir Jákup Olsen millum annað á fjarritum úr Føroyum. Hesi motiv royndi eg at gera eftir. Hesi tungu fjøllini og loyndarfulla ljósið. Eg lærdi seinni um klassiska modernismu, og hetta er júst tann stílurin, ið liggur sum grundarlag fyri føroysku listini fyri kríggið, og eyðkennir føroysk listafólk sum Mikines og Ingolf á Reyni.

 

55-69

Eg spyrji hann, hví hann kemur til Føroya. Hvat tað er, sum dregur við hesum landi, vit nú sita í.

- Eg eri ikki avkláraður, svarar hann spakuliga.

- Eg veit bara, at eg havi ein tørv á at koma til Føroyar við jøvnum millumbilum. Hesuferð havi eg eina orsøk at koma, tí eg varð jú boðin til Føroya at framsýna. Men onkuntíð haldi eg at tað er eitt sindur baksut at fara. Eitt sindur besverligt. Men eg vendi aftur og aftur, hóast nógvir av mínum familjulimum í Føroyum nú eru deyðir, so nógv er broytt, sigur hann hugsunarsamur. Harkar og sigur:

- Eg kenni, at hetta er nakað, eg havi tørv á at hugsa um. Tí tú fer sum menniskja inn í nýggj lívsskeið, og hetta er eisini galdandi fyri meg. Børnini eru við at vera stór, og ein dagin skuldi eg krossa av á einum skema, hvønn aldursbólk, eg hoyrdi til. Tá eg setti krossin við 55-69, har eg fyri stuttum eri lendur, kendi eg, at hetta gjørdi okkurt við meg. Eg var eitt sindur skelkaður, men so gekk tað upp fyri mær, at eg eisini, um lív og heilsa er, havi so nógv góð ár frammanfyri mær. So hetta var eisini ein jalig uppliving. Og so koma allir spurningarnir: hvat ein vil brúka sítt lív til, hvat er tað, ein vil. Og her kenni eg, at eg kundi hugsað mær at komið meir til Føroyar, sigur hann og flennir eitt sindur ovfarin av tí, hann júst hevur sagt.

- Mær dámar væl at fara út á pláss, har ongin annar er. Havnin er eitt sindur ov rokalig, tí hon bjóðar inn til nakað heilt annað. Tá eg komi til Suðuroyar, havi eg frið, og sleppi kanska eisini eitt sindur undan slíkum hugsanum sum teimum, vit júst hava verið inni á um samleika og tað at vera í tvíningum. Hetta eru sera spennandi spurningar, sum ein kann hugsa og hugleiða mangt og mikið um, men av og á havi eg eisini tørv á at sleppa undan teimum. Bara vera í rúminum, um ein kann siga tað soleiðis. Tú kanst tó ikki sleppa hesum tonkunum, sigur hann og hyggur niður í gólvið, áðrenn hann tekur orðið aftur.

 

Endurgerðin

- Eg kenni tað sum hetta eru spurningar, eg havi sitið við leingi, vit hava tosað um í dag, sigur hann á sín eyðkenda róliga hátt.

- Henda framsýningin er rættuliga serlig fyri meg. Eg havi tilvitað hildið rættuliga lágan profil hesi seinastu árini, millum annað tí eg havi brúkt nógva tíð uppá organisatiónsarbeiði seinastu árini, har eg havi arbeitt við meir yvirskipaðum spurningum. Eg havi harumframt havt eitt sindur av eini kreppu, tí eg havi haft tað, ein vil kalla viðgongd í nógv ár við míni list, serliga í USA. Hetta broyttist, tí framsýningarhølini, gallaríini, eg arbeiddi fyri, broyttu leistin, byrjaðu at gera annað, og eg fekk ikki rættuliga fylgt við. So henda karrieran, eg hevði gongd í, steðgaði líkasum upp, fyri at siga tað sum tað er. Hetta havi eg havt tað eitt sindur blandað við. Eg havi ikki haft tað ringt, tí eg hugsi: Man ger tað mann ger, og tað sum hendi, hendir. Tað er av týdningi fyri meg, at tann listin eg geri, gevur meining, at tað er nakað, so eg havi haft tørv á at hugsa tingini ordiliga ígjøgnum. At endurhugsa meg sjálvan á øllum økjum.. Hetta havi eg millum annað nýtt hesa verkætlanina, framsýningin er, til. Sum ein part av hesi tilgongdini. Tá eg bleiv biðin um at gera hesa framsýningina, hevði eg ikki tørv á at skapa eina rúgvu av nýggjum verkum. Heldur hevði eg tørv á at endurgera meg sjálvan. At finna útav, hvar eg stóð beint nú, serliga í mun til Føroyar. Tí eg havi eina kenslu av, at eg eri ávegis inn í okkurt annað. Samstundis havi eg varhugan av, at tú ikki kann renna frá hvørjum tú er, sigur hann við einum smíli.

- Men samstundis havi eg tørv og ein hug og eina trongd til at royna hetta nýggja, sigur hann í sama viðfangi.

- So nú mugu vit síggja, hvat nýggja byrjanin hevur við sær. Hvør hon er, sigur Bjarne Werner Sørensen at enda, tí nú er okkara samrøða um tvíning, samleika, list og at vera dani og føroyingur í einum at enda komin. Avbrotin av at vera í tvíningum millum tvær bygdir og aðrar av lívsins uppgávum.

 

Framsýningin Tíðarrúm er opin frá 14. mai til 29. mai 2016, hvønn dag frá kl. 15-18 í skipasmiðuni MEST í Havn

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður