Heimatíðindi

Bjarke Ingels: Hetta rúmið er eitt tað mest serliga eg havi verið við til

Bjarke Ingels: Hetta rúmið er eitt tað mest serliga eg havi verið við til

(Mynd: Sverri Egholm)

2018-08-09 20:18 Author image
Ingi Samuelsen

- Hetta rúmið er heilt specielt. Eg havi ikki verið við til at byggja nakað líknandi fyrr.

Soleiðis sigur danski arkitekturin, Bjarke Ingels, leiðari fyri risastóru altjóða arkitektfyritøkuna BIG, sum í dag takkaði fyri seg í sambandi við at stásiligi rundi bygningur hansara í Marknagili varð latin skúlanum, sum skal húsast í sermerkta bygninginum í framtíðini.

- Eg havi verið við til at byggja nógvar rættiliga speciellar bygningar, onkur eisini meira speciellur enn hesin, men henda uppgávan hevur verið serliga spennandi, sigur Bjarke Ingels í samrøðu við dimma.fo.

Tað er serliga hetta við, at inngongdin til bygningin er í fjórðu hædd av seks, sum, sambært Ingels, ger bygningin so serligan. Hetta at tú kemur inn í ein bygning og kanst hyggja niður í hann – og upp.

- Íðan, tað at byggja í brekku ella brattlendi er kanska óvanligt hjá tær?, spyrja vit.

Bjarke Ingels hugsar seg um.

- Nei, nú tú sigur tað, so havi eg nokk ikki verið við til at byggja á grund við hæddarmuni. Vit arbeiða dagliga kring heimin við bygningum, har vit byggja í hæddum og ymsum niveau’um, men teir bygningarnir verða flestallir bygdir á eitt slætt jarðarstykki, sigur Bjarke Ingels.

Í røðu síni greiddi hann frá, at tey byrjaðu við felagsrúminum, tá tey fyri 11 árum síðani teknaðu tær fyrstu strikurnar til uppskotið, ið seinni skuldi seg at vera vinnarauppskotið til nýggja skúlabygningin.

- Uppgávan var at savna tríggjar skúlar í einum, og okkara fyrsta uppgáva var at tekna rúmið, sum skuldi standa fyri hesi samansjóving. Tað er rúmið vit standa í í dag, segði Bjarke Ingels.


(Mynd: Sverri Egholm)

Síðan varð farið víðari við skúlanum. Ein skal ímynda sær, at tað eru fleiri skúlar í einari lon, sum eru buktaðir rundan um hetta felagsrúmið eins og eitt turriklæði verður vundið um hálsin, greiddi Bjarke Ingels frá.

Hann dylir ikki fyri, at hann er rættiliga væl nøgdur við úrslitið nú skulin er liðugur – ella nærum liðugur. Arkitekturin heldur eisini, at tað var eitt fantastiskt upplivilsi at uppliva rúmið í dag fult av fólki og tónleiki.

- Tað er nógv, sum er specielt við hesum bygninginum. Tú sært ongar gipsplátur her. Gólvið tú stendur á er betongið, sum varð stoypt á staðnum. Sama er við veggunum, trappunum og súlunum.

- Og so er tað hetta runda alrúmið, sum er ein trappa við terassum niðaneftir, tað er ein roynd at fáa tað tórshavnska landslagið at halda fram inni í bygninginum.

Spurningurin er so, um tað eru aðrar detaljur í bygninginum, sum Bjarke Ingels er serliga stoltur av. Og so skundar hann sær út í miðjuna av rúminum fyri at síggja litspælið í glasrútunum inn í skúlastovurnar og víðari út hinumegin.

- Hygga litspælið og hygg hvussu ljósið speglast í loftunum tá tú hyggur uppeftir og í gólvunum, tá tú hyggur niðureftir.

Og so skundar arkitekturin sær yvir til útveggin úr glasi, sum vendir oman móti býnum.

- Hygg upp. Í løtuni er útbygningurin stuðlaður av einum stillasi. Men tá stuðulin verður tikin undan, er talan um ein heilan stóran bygning, sum hongur í leysum lofti. Hetta er rættiliga óvanligt, sigur Bjarke Ingels.


(Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tann eg eri og tann eg var

Tann eg eri og tann eg var

Hann hevur vunnið alt, sum vinnast kann. Hann er sum einasti útlendingur blivin tilnevndur til týsku sjónleikaheiðurslønina...

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Arbeiðssami skemtarin av Argjum

Seinastu trettan árini hevur Hans Andreasen rikið Glitnir, sum fyri átta árum síðani varð víðkað við Irsh Pub við Skálatrøð...

Meira langlesnaður