Heimatíðindi

Bjargaðu rossi frá at detta oman

Mynd: Hans David Hansen

Mynd: Hans David Hansen

2020-06-24 13:34 Author image
Bryndis Hjartardóttir

Í gjár komu boð eftir sløkkiliðnum í Havn, tí eitt ross lá fast á bakkanum omanfyri Føroya Tele í Hoyvík. 

Tá komið var á staðið sást, at rossið var smokkað úti við bakkan og hevði fingið beinið fast í hegni. Vandi var fyri einum fallið uppá 15 metrar. 

Hetta skrivar Hans David Hansen, átaksleiðari fyri Tórshavnar Sløkkilið á Facebook vanga sínum. 

Ein kranabilur var fingin til vega og ein stroppur var fingin undir búkin og bringuna, og bundin fastur í helluna, so at rossið ikki skuldi detta útav. Bilurin lyfti rossið upp á beinini og tað kláraði síðani sjálvt at ganga víðari. Vakthavandi djóralækni var eisini á staðnum. 

- Stuttligt tá tað lukkast, skrivar átaksleiðarin. 

 

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]Hans David Hansen eigur myndirnar

 

 

 

 

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður