Birta nýtt lív í føroyska bátasmíðið

Báturin, ið næmingarnir hava smíðað, skal sýnast fram Mentanarnáttina, sum er í Tórshavn 2. juni. Frá høgru móti vinstru: Andrass Joensen, Jóhannes Poulsen, Hermann Holm, Bartal Vang, Bernd Jacobsen og Pætur Debess. Ikki til staðar: Hans Andrias Djurhuus, Jákup Sørensen, Karstin Vang og Janus Østerø

Birta nýtt lív í føroyska bátasmíðið

2017-05-30 10:00 Author image
Sigmund Vang

Tá báturin, ið næmingarnir á skeiðnum Føroyskum Bátasmíði hava arbeitt upp á, stendur liðugur í næstu viku, er tað ein byrjan til at geva føroyska bátunum eitt nýtt lív. Tað vónar lærari og bátasmiður Andrass Joensen, ið komandi heyst aftur skal undirvísa í handverkinum

Tað var á heysti í fjør, at Tórshavnar Kvøldskúli fyri fyrstu ferð skipaði fyri skeið í føroyskum bátasmíði. Kjakið, sum í áravís hevur verið um lagnu føroyska bátsins, var bakgrundin fyri, at kvøldskúlin tók stig til hesum.

- Tað gamla føroyska bátasmíðið er faktiskt útdeytt, sigur Andrass Joensen, lærari á skeiðnum og bátasmiður. Tí vónar hann, at skeiðið, ið hevur verið á skipasmiðjuni í Havn seinastu átta mánaðirnar, kann vera við til at geva føroyska bátunum – eitt av elstu og størstu listaverkunum, sum vit eiga, sambært honum sjálvum – nýtt lív.

- Hetta er ein byrjan, um man kann halda linjuna við at brúka hendan arbeiðsháttin, tekningar og gamlar uppmátingar, sigur hann.

- Um man bara brúkar eyguni og hugflogið, so er tað skjótt, at báturin fer út av lagi, og at tað verður ein helt annar bátur, enn tann føroyski báturin.

Av teimum 14 næmingunum, ið byrjaðu á skeiði í fjørheyst, eru nú bert millum seks og átta framvegis við. Hetta hevur gjørt, at arbeiðið hevur tikið longri tíð enn ætlað. Sjálvur hevur Andrass arbeitt nær við dagliga við bátinum hendan seinasta mánaðin.

Andrass Joensen hevur undirvíst í bátasmíði seinastu átta mánaðirnar, og skal saman við kvøldskúlanum aftur skipa fyri skeiði í heyst

Lítil áhuga frá politiskaru síðu

Sambært Andrassi hava bæði íslendingar og norðmenn verið inni á gólvinum á skipasmiðjuni fyri at síggja, hvussu arbeiðið er farið fram. Føroyskir politikkarar, sum í áravís hava lagt dent á, hvussu týdningarmikið tað er at varðveita bátasmíðið, hava ongan áhuga víst, sigur Andrass Joensen.

- Vit hava ongan sæð. Teir hava slettis ikki verið her, sigur Andrass.

- Er tað ikki okkurt útlendskt hugtak, so hevur tað ongan áhuga. Ikki í hesum sambandinum, sigur hann.

Tilmælið ”Føroyskt Bátasmíð”, ið varð latið Mentamálaráðnum í 2012, greiddi soleiðis frá um virðið av hesum serføroyska handverkinum: ”Tann føroyski báturin og bátasmíðið er ein dýrmætur partur av okkara mentanararvi, sum vit hava skyldu at varðveita til eftirkomarar okkara.” Tilmælið peikar eisini á, at ”vitanin um føroyska bátin og føroyskt bátasmíð er varðveitt í skrivligum keldum og bókaverkum, men at tað livandi handverkið hevur truplar umstøður”.

Júst hetta vil Andrass Joensen broyta, og vísir á, at verulig og praktisk undirvísing skal til, um bátasmíðið skal yvirliva.

- Eg hevði ikki kunnað greitt luttakarunum frá munnliga. Man má hava okkurt at vísa fram, soleiðis at teir kunnu síggja, hvussu tað skal blíva, sigur Andrass Joensen, sum tískil er púra greiður um, at bátasmíðið eigur at takast inn í skúlarnar.

- Um tað ikki kemur inn í teir teknisku skúlarnir, so doyr tað út av sær sjálvum, sigur Joensen, sum sjálvur er útlærdur báta- og skipasmiður.

Nýtt skeið í heyst

Tórshavnar Kvøldskúli hevur gjørt av, at skeiðið Føroyskt Bátasmíð aftur verður bjóðað fram, tá ið undirvísingin fer í gongd næstu lestrarhálvu. Jógvan Sørin Hansen, stjóri á kvøldskúlanum, metir, at man nú kann hugsa nakað meira jaligt um framtíðina hjá tí føroysku bátasmíðnum. Sambært honum hevur skeiðið stimbrað hugin hjá fleiri av luttakaranum, og summi hava longu boðað frá, at teir ætla at venda aftur til undirvísingina í heyst.

- Tað, sum teir siga, er, at teir síggja tann føroyska bátin upp á ein heilt annan máta, enn teir gjørdu fyrr. Teir høvdu ikki væntað, at har var so nógv at gera, sigur Jógvan Sørin Hansen.

- Nú hyggja teir eftir bátum alla tíðina, soleiðis sum onnur fólk hyggja eftir bilum, og verða næstan eitt sindur rørdir.

Tað er ikki til at síggja burtur frá, at luttakararnir á skeiðnum, ið er liðugt um eina góða viku, hava ein høgan meðalaldur. Um endamálið er, at føroyskt bátasmíð skal varðveitast, mugu lærlingar til, og tey yngri ættarliðini mugu umboðast. Tí vóna bæði Andrass Joensen og kvøldskúlin, at fleiri ung fólk melda seg til komandi heyst.

- Har eru nógv fólk, til dømis tey, sum rógva um kapp, sum áttu at vita eitt sindur um tað at smíða bát. Men tey eru ring at fanga, sigur stjórin á kvøldskúlanum.

Viðvíkjandi navni á bátinum er kvøldskúlin komin til ta niðurstøðu, at tann endaligi eigarin av bátinum skal sleppa at doypa hann sjálvur. Jógvan Sørin er sjálvur sera nøgdur við úrslitið av skeiðnum, ið kvøldskúlin hevur skipað fyri.

- Báturin er øgiliga snøggur, heldur hann, og dregur fram tann sera góða stuðulin, ið kvøldskúlin hevur fingið frá Mest, Balslev timburhandli og Tórshavnar kommunu.

Báturin, ið næmingarnir á skeiðnum hava smíðað hesar seinastu mánaðirnar, skal vera liðugur 2. juni. Tá skal hann sýnast fram á Kongabrúnni í Havn Mentanarnáttina. Har verða røður hildnar, og báturin fyrstu ferð settur á sjógv – nakað, ið næmingarnir á skeiðnum ivaleyst síggja fram til.

- Nú kann hann smyrjast, allur sum hann er, og tað er faktiskt tað, sum eftir er, sigur Andrass Joensen at enda.

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður