Kjak

Í Tórshavnar kommunu eiga øll at støðast og trívast

2016-07-01 12:13 Author image
Dimma

Tórshavnar kommuna hevur ongantíð havt so høga skattainntøku sum nú. Tað búgva nógv ymisk fólk í kommununi, við ymiskum áhugamálum, og vit skulu øll støðast her í okkara vakra landi. Tað, sum vit síggja, hevur eisini týdning fyri trivnaðin, og vit mugu hugsa um okkara komandi ættarlið, tí er neyðugt at hugsa um, hvussu vit fara við okkara umhvørvi. Vit mugu varðveita okkara vøkru náttúru og reka kommununa á ein umhvørvisvinarligan hátt, har estetikkur verður hugsaður við, tá vit útstykkja og byggja. Vit eiga ikki at útstykkja meira enn neyðugt. Tað eru gjørdar nógvar útstykkingar á Karlamagnusarbreyt og á Hjalla, sum kosta nógv, og sum tað ikki er tørvur á. Vit hava fingið ein haga við gráum múrum.

Tað má verða pláss fyri okkum øllum í kommununi, og tey sum eru her skulu helst verða verandi. Vit mangla leigubústaðir, tí øll hava ikki møguleika at ogna sær ein bústað. Fólk eru í neyð og mugu flyta. Peningur verður brúktur til at keypa bygningar fyri, har ongin ætlan er fyri, hvat teir skulu brúkast til.

Fyri at vit skulu standa okkum í kappingini við onnur lond, og kommunan framhaldandi skal mennast, hava vit brúk fyri kreativiteti. Kreativitetur er nakað sum mennist frá barnsbeini av. Dagstovnarnir hava ongar ella vánaligar umstøður at arbeiða á verkstaði, kreativitetur er niðurraðfestur í fólkaskúlanum og mentan verður ikki raðfest nóg høgt.

Tað finnast nógvar ymiskar lista og ítróttargreinar, og tað verður nógvur peningur brúktur uppá fótbólt. Tað er settur nógvur peningur av til at útbyggja Tórsvøll, og vit hava fótbóltsvallir á hvøjum horni. Ítrótturin skal eisini hava góðar umstøður, men musikskúlin hevur vánaligar umstøður og hevur rópt um hjálp í nógv ár.

Allar kommunalar skipanir eiga at verða einfaldar og koma brúkaranum til góðar. Tað er onki skil á hesum í dag. Alt er sundurbýtt í fleiri ymiskar partar ímillum land og kommunu, við eini samanblandan av sernámi, mentamáladeild, sosialu deild, barna- og ungdómsdeild, mentamálaráði v.m. og arbeiðsumstøðurnar eru ikki nóg góðar. Vit mugu hugsa um at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi og góðar arbeiðsumstøður, fyri at alt arbeiði kann gerast nóg gott.

Politikkarar eiga ikki bert at røkja egin áhugamál; vit gjalda øll skatt, og eigur skatturin at koma okkum øllum tilgóðar, tað er ikki tilvildin sum skal ráða. Tað heila má gjøgnumhugsast, og til hetta krevst ein ætlan fyri, hvussu skattapeningur verður raðfestur á besta hátt. Í dag finst ongin ætlan, tað sýnist sum avgerðir verða tiknar dag um dag.

Gott samstarv millum politikkarar, land, kommunu, vinnu og áhugabólkar eru vegurin fram til eina góða kommunu, og allir borgarar í kommununi eiga at hava somu rættindi.

  

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður