Heimatíðindi

Birgir Enni útihýstur av Grynnuni

Birgir Enni útihýstur av Grynnuni

Ein mynd frá 2006, tá stovnararnir av matstovuni Noma í Keypmannahavn vitjaðu í Føroyum og spurdu seg fyri hjá Birgiri Enni – frá vinstru Mads Refslund, Claus Meyer, Birgir Enni og René Redzepi. Soleiðis hevur Birgir Enni bygt upp stórt netverk uttanlands, sum hann trekti upp á til millum annað “Ein dagur á Grynnuni”. Nú er hann ikki við meira (Savnsmynd)

2018-02-23 19:49 Author image
Georg L. Petersen

Væl umtókta tiltakið, “Ein dagur á grynnuni”, verður uttan Birgir Enni í ár. Maðurin, sum tók stig til tiltakið og var ímyndin av tí, kravdi innlit í fíggjarviðurskiftini – úrslitið varð, at hann varð útihýstur

– Eg eri strikaður í mailinglistanum, og havi einki frætt frá teimum síðan í fjør. Tað byrjaði við, at eg bað um innlit í fíggjarviðurskiftini. Tað fekk eg ikki á nøktandi hátt og síðan varð eg bara útihýstur.

Tað sigur Birgir Enni, sum hevur verið ein av fyriskiparunum av sera vælumtókta tiltakinum “Ein dagur á grynnuni”, sum fyrstu ferð sá dagsins ljís fyri trimum árum síðan. Tað er í tíðindaskrivi boðað frá, at tiltakið verður aftur í ár – men tað verður uttan Birgir Enni, sum tey flestu kenna frá skipinum Norðlýsinum og matvinnuni.

Oddamaður

Onkur hevur tikið til, at tað hevur verið sum á ólavsøku, tá tiltakið “Ein dagur á grynnuni” hevur verið fyriskipað, og í fjør vóru eini 8.000 fólk savnaði í Vágsbotni og niðan eftir Tórsgøtu í Havn, har borðreitt varð við ókeypis mati, sum allur stavaði úr sjónum.

Sjálvboðin fólk hava hjálpt til og alt hevur sæð út til at verið gott. Tiltakið hevur verið fyriskipað fyrst í mai mánaði, og í ár hava fyrireikararnir boðað frá, at tað verður 5. mai.

Tiltakið eydnaðist so mikið væl, at farið var eisini undir eitt nýtt tiltak, Slaktið, sum eisini hevur fingið góða móttøku.

Lesið meira um hetta, samrøðu við Kára Sørensen, fyrireikara og Jóan Petur Hentze frá Tórshavnar Kommunu, sum hevur kravt roknskap HER

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Tjúguni í Føroyum

Tjúguni í Føroyum

Í 2017 yvirhálaðu føroyingar í tjúgunum teir í tretivunum við 19 menniskjum í fólkatali

Meira langlesnaður