Heimatíðindi

Biogassverkið fer at hava stórar broytingar fyri tilfeingisvinnurnar

Biogassverkið fer at framleiða hita- og elorku burturúr neytamykju og øðrum lívfrøðiligum tilfeingi (Mynd: Visualhunt.com)

Biogassverkið fer at framleiða hita- og elorku burturúr neytamykju og øðrum lívfrøðiligum tilfeingi (Mynd: Visualhunt.com)

2019-03-06 14:42 Author image
Turið Justinussen

P/F Føroysk Náttúruorka hjá Bakkafrosti hevur tikið stig til at byggja eitt biogassverk við ravmagnsframleiðslu á Skarðshjalla, sum skal menna og verða til gagns fyri vinnu, landbúnað og umhvørvi. At síggja til er eingin vandi fyri yvirtaðing, men ein avbjóðing er at fíggja størri móttøkukøstum hjá bóndunum

Biogassverkið hevur sum endamál at gagnnýta neytamykju frá landbúnaðinum og lívrunnið burturkast frá alivinnuni til tess at framleiða hita- og elorku og veita bóndunum fleiri og meira føðslurík tøðevni, sum í stóran mun fara at avloysa innfluttu kunsstøðini. 

[object Object]

Tað er her á leið, biogassverkið skal byggjast, og Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost greiðir frá, at teir í løtuni arbeiða við at grava økið út.

Skilagóður býtishandil
Nøkur og tjúgu fjós við mjólkineytum eru í Føroyum, og frá teimum, ið eru á meginlandinum, fer biogassverkið fer at heinta neytamykju til ravmagnsframleiðslu. Afturfyri fáa bóndurnir bíligari og betraði tøð.

Neytamykjan verður koyrd í tangabilum út á biogassverkið, har smolt frá alivinnuni og annað verður blandað uppí. Tøðini verða ríkaði við føðsluevnum og umskapaði til ein fínan velling, sum er alsamt lættari hjá bóndunum at handfara:

- Hesi tøðini eru so mjúk og homogen, at tay eru løtt at pumpa upp úr køstinum og fáa javnt út á bøðin, uttan at tey renna burtur. Tey drukna skjótt og lætt niður til grasrøturnar, sigur Rólvur Djurhuus, landbúnaðarráðgevi og deildarleiðari á Búnaðarstovuni, og leggur afturat:

- Gassaðu tøðini fara at innihalda føðsluevni, sum jørðin tørvar, og harafturat hava tey ongan lukt.

Gagnnýta tilfeingið
Verkætlanin hevur menning og skynsamliga gagnnýtslu av lívfrøðiliga tilfeinginum frá landbúnaðinum, orku- og alivinnuni fyri eygað, og fyrimunirnir við biogassverkinum tykjast eyðsýndir. Biogassverkið fer nevniliga at gera tað gjørligt at varðveita og gagnnýta virðismikið lívfrøðiligt tilfeingi, sum áður og annars verður burturbeint ella endar sum lokal dálking í firðum.

- Skarn frá alivinnuni er ein trupulleiki, um for nógv kemur út á ein fjørð. Tað kann gera góða nyttu heldur enn fortreð, verður tað koyrt út á bøin ístaðin og fingið í umfar, sigur Fróði Mortensen, rakstrar- og verkætlanarleiðari og leggur afturat:

- Súrløgan verður í dag sigld til Noregs og víðari til Danmarkar, har hon verður brúkt á danska bøinum. Nú kunnu vit ístaðin jálvi gagnnýta hana á føroyska bønum og vinna orku burturúr henni.

Nágreiniliga fer biogassverkið fyribils at framleiða áleið 9,3 gigawatt tímar av elorku, sum svarar til nýtsluna hjá 1900 húsarhaldum og tað av hitaorku, sum svarar til nýtsluna hjá 400 húsarhaldum. Tann oljan, ið harvið verður spard at framleiða hita til tey húsini, svarar til eitt útlát upp á 11 túsund tons COárliga. Seinni er ætlanin hjá biogassverkinum at tvífalda orkuframleiðsluna.

Tálma innflutningin
Gassaðu tøðevnini fara at innihalda nógv virðismikil føðsluevni, ið jørðini tørvar, eitt nú tað avmarkaða náttúrutilfeingið, Fosfor, sum í løtuni kostar nógv at innflyta.

Jens Ivan í Gerðinum greiðir frá, at hóast fall væntandi verður í innflutninginum av kunsttøðum, fer burðardygga taðingarloysnin at hava lítla fíggjarliga ávirkan á MBM, tí veksur umsetningurin hjá bóndunum, sum nú fara at taða meira, eru bóndurnir betri førir fyri at gera íløgur í onnur ting, sum eisini koma heildarveitaranum, MBM til góðar.

- Tað er ógvuliga týdningarmikið fyri okkum, at bóndurnir hava góðar arbeiðsumstøður, og í tí stóra heila fer hetta ikki at hava nakra fíggjarliga ávirkan á okkum. Talan er bert um eina gagnliga og burðardygga taðingarloysn, sum kemur landbúnaðinum og vistskipanini til góðar, og tað er bara positivt, sigur Jens Ivan í Gerðinum, ráðgevi hjá MBM, sum fegnast um taðingarloysnina, sum hann heldur vera ein týðandi tátt og framstig í tilfeingisvinnunum.

Jens Ivan í Gerðinum og Fróði Mortensen gera báðir vart við, at tørvur møguliga kortini verður á at innflyta kunsttøð.

- Tað verður ivalyest brúk fyri kunsttøðum, har tað ber til at sláa, men er ógjørligt hjá maskinunum at sleppa framat, sigur Jens Ivan í Gerðinum, og Fróði Mortensen sigur:

- Er lutfallið av føðsluevnunum í tøðunum skeiklað, verður nokk eitt sindur av tí innflutt. Til dømis kann Kalium (K) koma at mangla, men tað er eisini tað bíligasta at innflyta.

Gassaðu tøðini eru ein samanseting av evnafrøðiligu evnunum, nitrogen (N), fosfor (P) og Kalium (K), og umframt fall í innflutninginum av kunsttøðum, fer innflutningurin av stráfóðri ivaleyst eisini at fella, tí bøurin fær meira føðsluevni, enn hann fær í dag.

Goymsla og flutningur
Neytamykjan kemur bara inn at venda á biogassverkinum, og tað er upp til bóndurnar at hava køstar, sum rúma nóg mikið av tøðevnunum frá biogassverkinum til summarið. Í løtuni hava bóndurnir møguleika fyri at taka ímóti 30 túsund tonsum, og sostatt eru goymslurnar hjá bóndunum ov lítlar, og tørvur er tí á, at fleiri køstar verða bygdir.

Avbjóðingin hesum viðvíkjandi, er sambært Jens Ivan í Gerðinum, landbúnaðarráðgeva hjá MBM, at fíggja móttøku- og goymslukøstarnir hjá bóndunum og tryggja, at hesir verða til reiðar at taka ímóti gassaðu tøðunum frá biogassverkinum komandi ár. Hann væntar tó, at ein loysn verður funnin rættstundis:

- Gongd er komin á. Nøkur uppskot eru frammi, og tingini flyta seg rætta vegin, sigur hann við Dimmalætting.

Sambært Fróða Mortensen, rakstrar- og verkætlanarleiðara, er tað ikki ein loysn at goyma tøðini á biogassverkinum, tí so høvdu tangabilarnir koyrt tómir út aftur til bóndan. Skilabest er tí, at gassaðu tøðini verða goymd, har tað skal taðast.

Tað er tó ikki neyðugt at finna eina loysn í ein dýran hast, tí tangarnir á biogassverkinum, sum eftir ætlan verður liðugt um eitt ár, skulu fyrst fyllast. Teir rúma eitt hálvt túsund kubikk, og tørvur verður tískil ikki á eini størri goymslu hjá bóndunum alt fyri eitt, greiðir Fróði Mortensen frá.

Ein størri goymsla skal somuleiðis bjarga bóndunum undan goymslutroti, og sambært Jens Ivan í Gerðinum, eiga vit tá at síggja minni til, at bóndurnir taða í úrtíð (frá 15. oktobur til 15. mars), sum teir viðhvørt kenna seg noyddar til, tí goymslan hjá teimum er full.

- Tað er ein sera keðilig støða, sum áður hevur verið nógv umrødd, men nústani hendir okkurt ítøkiligt, sigur hann.

Er vandi fyri yvirtaðing?
- Eftirlit er við taðingini í Føroyum, og góðskan av tøðunum, ið biogassverkið fer at nýta er góð, men ein vandi er sjálvsagt altíð, um tað verður brúkt skeiv støð í ov stórum mongdum, tí tøð liggur leingi og ávirkar lendið, og tá er eisini gott tøð vandamikið fyri náttúruna uttan mun til góðsku, sigur Gunnar Bjarnason, landbúnaðarfrøðingur á Búnaðargrunninum, og leggur afturat:

- Spurningurin og avbjóðingin er tí heldur, um rúgvan kann koma at gera fortreð, heldur enn um góðskan er góð.

Biogassverkið hevur ein tekniskan kapasitet at taka í móti 100.000 tonsum av lívrunnum burturkasti árliga. Ætlanin er tó í fyrstu atløgu at taka móti 50.000 tonsum av lívrunnum burturkasti: 30 túsund tonsum frá bóndunum og áleið 20 túsund tonsum frá alivinnuni, við ætlan um seinni at kunna taka ímóti øðrum lívrunnum burturkasti, millum annað húsarhaldsburturkasti. Ein vøkstur í móttøku av lívrunnum burturkasti vil bert fara fram, um tað er grundarlag fyri at fáa avsett tilsvarandi nøgd av avgassaðum tøðum.

- Megnar goymslan hjá bóndunum kortini ikki at taka ímóti tøðunum frá biogassverkinum, tá tørvur er á tí, má tilfeingið frá aluvinnuni avmarkast, sigur Fróði Mortensen í samrøðu við Dimmalætting, og Kári Mortensen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni greiðir somuleiðis frá, at eingin vandi er fyri yvirtaðing:

- Taðað verður við umhugsni sambært kunngerðini um taðing og í samstarvi við landbúnaðin og onnur í vinnuni, sigur Kári Mortensen og leggur afturat:

- Eingin bóndi keypir tríggjar ferðir so nógv tøð, sum hann hevur tørv á, og verður brádliga ov nógv tøð tøkt, loysir mann ta avbjóðingina og burturbeinir tøðini á skilabestan hátt. Tøðini verða ikki blakaði út í áir, fram við vegirnar ella onnur støð, sigur Kári Mortensen, og rakstrarleiðari Fróði Mortensen ger vart við, at alivinnan skal veksa ógvuliga nógv, áðrenn hetta gerst ein viðkomandi trupulleiki. 

[object Object][object Object]

Lívfrøðiliga margfeldið hótt?
Í viðmæli um ávirkan á djóra- og plantulív sum partur av umhvørvisárinsmetiningini hjá Umhvørvisstovuni av biogassverkinum á Skarðshjalla, stendur millum annað, at lívfrøðiliga margfeldið í haganum rundanum byggiøkið eigur at verða skrásett í 2019, so ein vágameting kann gerast.

Les eisini: Jens Kjeld: Vit skulu virða skordýrini

Fróði Mortensen ásannar, at summi nettupp stúra fyri lívfrøðiliga margfeldinum:

- Tá mann taðar bø, veksur grasið betri og køvur ókrútið - tað, ið summi roknað sum virðismikið margfeldi í náttúruni. Hetta er sóljur og lyngur og annað, men einki blómuslag verður týnt, tí Føroyar eru tilsamans 140 túsund hektarar, og taðað verður bara á einum prosenti av lendinum í Føroyum. Fram við vegnum eru samanlagt áleið 1.400 hektarar, og so fáir hektarar verða brúktir at taða á. Tað er nokk av jørð til.

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Á egnum kjøli

Á egnum kjøli

Málið um føroyskt skipafelag varð á fyrsta sinni borið fram á fólkafundi á Doktaragrund í Havn á ólavsøku 1916...

Meira langlesnaður