Biofiltur skal tryggja laksinum bestu livikor

Biofiltur skal tryggja laksinum bestu livikor

2017-08-12 17:48 Author image
Innsent

Kring heimin verða smolt einamest framleidd í smoltstøðum við endurnýttum vatni. Hetta setir stór krøv til vatngóðskuna, so laksurin fær bestu møguligu livikor. Stóru útbyggingarnar av smoltstøðum gera, at til ber at ala alsamt størri smolt. Hetta merkir, at tíðin, sum  laksurin skal verða á sjónum, styttist, og kann vera við til at avmarka tíðina við eitt nú lúsatrupulleikum. Fiskaaling og Luna eru farin undir eitt samstarv at menna vitanina innan biofiltur, vatngóðsku og fiskaheilsu á smoltstøðum.

Seinastu árini hava føroysku alifyritøkurnar framt víðfevndar byggingar av nýmótans smoltstøðum. Hetta fyri at økja um framleiðsluna og millum annað ala størri smolt, áðrenn tey fara á sjógv, og harvið avmarka tíðarskeiðið, har virus og lýs kunnu gera um seg og elva til óneyðugt felli av alda laksinum.
 
Á smoltstøðum er tað alneyðugt við eini væl virkandi og støðugari skipan, sum tryggjar áhaldandi góða vatngóðsku og harvið betri fiskaheilsu og vøkstur. Í hesi skipan eru tað biofiltur, sum reinsa tað endurnýtta vatnið fyri ótørvir, ið koma frá sjálvum smoltinum eins og frá fóðrinum. 
 
Í biofiltrunum eru tað tær nitrifiserandi og denitrifiserandi bakteriurnar, sum burturbeina til dømis ammonium, nitrit og nitrat úr endurnýtta vatninum. Talan er um evni, sum í ov stórum nøgdum kunnu hava beinleiðis neiliga ávirkan á laksin við at elva til vánaliga heilsu og strongd, og harvið økja um fellið. Tað er tí av alstórum týdningi at tryggja væl virkandi og støðug biofiltur við gagnligum bakterium, ið megna at viðlíkahalda góða vatngóðsku á smoltstøðunum.
 
Størri vitan um bakteriusamfelagið i biofiltrunum – eitt nú um bakteriusamanseting og virkni – kann geva virðismikið innlit í ymisk viðurskifti á støðini, ið ávirka biofiltrini. Hetta kann geva alarum møguleika fyri at betra um mannagongdir og harvið menna framleiðsluna. 
 
Vitanin av hesum slagi er tó rættiliga avmarkað í løtuni, og tískil eru starvsfólk á starvstovuni hjá Fiskaaling á iNOVA farin undir at at granska innan hetta økið í tøttum samstarvi við vinnuna. Eitt nú er farið undir eitt ítøkiligt arbeiði, har Fiskaaling og Luna samstarva um at menna vitanina innan biofiltur, vatngóðsku og fiskaheilsu á smoltstøðum.
placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður