Bilvrak skulu minna á ferðslutrygd

2016-06-30 14:54 Author image
Jákup Højgaard

Bingjur við bilvrøkum frá veruligum ferðsluóhappum eru settar upp á fimm úrvaldum støðum á landsvegum um landið. Átakið tekur støði í filmi frá seinasta heysti "Hin dagin eg hevði skund" og skal minna bilførarar um at halda hámarksferðina.

Tað er Ráðið fyri Ferðslutrygd í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar, ið standa aftanfyri átakinum.   

- Vit vita, at ov nógv ferð er tann orsøkin, sum oftast gongur aftur í ferðsluvanlukkum, har onkur doyr ella fær álvarsligan skaða, sigur Ráðið fyri Ferðslutryd í tíðindaskrivi. 

Ráðið fyri ferðslutrygd hevur boðið kommunum at vera við í átakinum. Fimm kommunur í Vágum og í Eysturoynni hava tikið av bilboðnum at hava skelti á kommunuvegum við sama boðskapi sum á bingjunum.

Gallupkanning frá desember í fjør vísir, at stórur partur av føroyingum fara lætt um hámarksferðina. Tilsamans søgdu 39 prosent seg halda hámarksferðina, meðan bert 21 prosent av teimum 25-39 ára gomlu søgdu seg halda hana. Restin segði seg koyra skjótari. Longu tá koyrt verður 10 km/t skjótari enn hámarksferðina, økist vandin at doyggja í samanstoyti munandi.

Fleiri, sum eru fyri álvarsligum ferðsluvanlukkum, eru sjálv uttan skuld í hendingini. Tú kanst vera á skeivum staði skeivu tíðina. Men hetta er ikki galdandi fyri fjøldina. Menniskansligir feilir liggja aftanfyri næstan allar vanlukkur á vegunum, vísa útlendskar kanningar.

Boðskapurni frá Ráðnum fyri ferðslutrygd er, at hámarksferðin er sett, fyri at ferðandi skulu hava eitt trygdarskotbrá, um tað gongur galið. Koyrir tú ov skjótt, tekur tú bæði av tínum trygdarskotbráði og tí hjá øðrum.

Vilt tú gera títt til at gera ferðsluna tryggari, skalt tú halda hámarksferðina, sigur ferðslutrygd. Fyri flestøll okkara merkir tað bert at seta ferðina eitt lítið sindur niður. Gera øll tað, ger tað stóran mun.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður