Rættarmál kann nú førast móti Bill Cosby

2016-05-24 20:50 Author image
Dimma

Advokatarnir hjá Bill Cosby hava seinastu fimm mánaðirnar strongt á dómaran Elizabeth A. McHugh fyri at fáa hana at afturvísa ákærunum, men dómarin syrgdi við sínari avgerð fyri, at málið nú heldur fram.

Tað merkir, at tann einaferð so sera væl umtókti sjónleikarin - serliga fyri sín leiklut sum dr. Huxtable í ”The Cosby show” - nú skal fyri rættin. Har skal hann hitta minst ta einu av teimum nógvu kvinnunum, ið hava lagt hann undir at hava neyðtikið seg. Bill Cosby, sum er 78 ár, noktar seg sekan.

Næsta stigið í málinum er, at ein rættardagur verður ásettur fyri málið.

Tað er Andrea Constand, sum hevur ákært Bill Cosby fyri at hava doyvt seg og síðan neyðtikið seg; ákæruvaldið sigur, at Cosby misnýtti sína støðu sum vinur og ráðgevi, tá ið hann gjørdi seg inn á hana í sínum heimi uttan fyri Philadelphia í 2004.

Andrea Constand var ikki í rættarsalinum týsdagin. Advokatarnir hjá Bill Cosby hava funnist at ákæruvaldinum fyri ikki at kalla hana inn sum vitni, men heldur líta á ta frágreiðingina, sum hon gav løgregluni í 2005.

Einar 20 aðrar kvinnur hava sagt seg vera kynsliga misnýttar av Bill Cosby, men tær eru enn ikki partur av rættarmálinum.

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður