Bíðilistar og nýtsla av skannarum á Landssjúkrahúsinum

Bíðilistar og nýtsla av skannarum á Landssjúkrahúsinum

2018-01-09 16:28 Author image
Innsent

Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, hevur í dag sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein skrivligan fyrispurning um bíðilistar og nýtslu av MR/CT-skannarum á Landssjúkrahúsinum. Svarast skal í seinasta lagi 10 yrkadagar eftir, at spurningurin er latin inn

Løgtingsmaðurin spyr fylgjandi:

  1. Hvussu stórur er bíðilistin og longi skulu fólk bíða eftir at sleppa í MR/CT-skannara á Landssjúkrahúsinum?
  2. Hvussu ofta verður MR/CT-skannari nýttur um vikuna?
  3. Hvør er orsøkin, um MR/CT-skannari ikki verður fult gagnnýttur og bíðitíðirnar minkaðar?
  4. Hvat krevst fyri, at ein skannari verður brúktur optimalt?
  5. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan um at stytta bíðitíðirnar og arbeiða fram ímóti, at føroyingar kunnu fáa somu møguleikar sum í Danmark viðvíkjandi viðgerðartrygd?

Í viðmerkingunum til munnliga fyrispurningin sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, at tað eru nógvir føroyingar, sum tekna sær privatar sjúkratryggingar fyri at tryggja sær, at um ein gerst sjúkur og kemur at standa á einum bíðilista í Føroyum, so sleppa tey alternativt sum skjótast til útgreining og viðgerð á sjúkrahús uttanlands.

Fyri ikki at taka partvísa grundarlagið undan okkara egna sjúkrahúsverki, er neyðugt, at starvsfólkini innan sjúkrahúsverkið fáa neyðugar resursir til at stytta um bíðilistarnar.

Tað kostar nevnliga nógv fyri samfelagið, um fólk ganga óneyðuga leingi við heilsuligum trupulleikum, antin kropsliga ella sálarliga.

Nøkur av tólunum í sjúkrahúsverkinum, sum hava serliga stóran týdning fyri útgreining og diagnosu eru skannarar. Hesi tól verða brúkt hjá nógvum at fáa staðfest orsøkirnar til eina sjúku.

At enda sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður, í sínum viðmerkingum, at hann vil við hesum spurningi seta sjóneykuna á, um vit hava sett nokk av resursum til, at vit brúka okkara skannarar optimalt og hvat skal til fyri at stytta um bíðilistan fyri at sleppa í skannara.

 

 

placeholder

Sum haldari fært tú atgongd til alt tilfar í blaðnum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Ljósmeistarin

Ljósmeistarin

Næstu ferð tú ert á G! ella Summarfestivalinum, ella til eina størri konsert í Føroyum, hugsa so um ljósið

Author image Kartin L. Hansen
At koma úr skápinum sum stamari

At koma úr skápinum sum stamari

Í eini roynd at finna útav, hví hann stamar, og hvat hann kann gera við tað, hevur Trygvi Danielsen hitt aðrar kendar stamarar

Author image Trygvi Danielsen

Meira langlesnaður